Tað er ikki ofta, at ein sleppur til ókeypis konsertir á Skála. Men høvið verður til hetta fríggjakvøldið, tá 130 børn fara at framføra ein sangleik sum tey hava vant hesa vikuna.
Hesir børnini eru luttakarar á einum barnasangskeiði á Strondum, har tey gjøgnum sang og drama í einum sirkusi, vísa stríðið millum tað góða og tað illa.
Undanfarin ár hevur Heimamissiónin skipað fyri sangskeiðum í heystfrítíðini. Tá hetta skeiðið ikki varð veruleiki í ár, avgjørdu fólk á Strondum at bjóða børnunum á skeið í staðin.
Hetta barnasangskeiðið byrjaði mánakvøldið og endar sum nevnt við framførslu fríggjakvøldið kl. 18 í ítróttarhøllini á Skála. Henda konsertin er ókeypis.