Fótbóltur
Sum uppflytari hevur AB í ár verið eitt frískligt íkast til Vodafone-deildina.
Argjamenn, sum fyri tveimum árum síðani ongan tíð veruliga fótaðu sær í táverandi Formula-deildini, hava í ár veruliga prógvað, at teir vilja vera hangandi oman fyri strikuna. Uttan at hugsa alt ov nógv um mótstøðuna hevur AB bygt sítt egna konsept, har stríðsvilji og góð skipan av verjupartinum vóru lyklaorðini.
Lívshættisligt vinstrabein
Ivaleyst var hetta eisini ætlaða uppskriftin móti einum HB-liði, sum hevur havt ilt við at skora neyðugu málini í opnum spæli hetta kappingarárið. Men tað er kanska ikki tann stóri vandin, tá tú hevur ein spælara sum Rasmus Nolsøe á liðnum.
Gjøgnum fyrra hálvleik var hann støðugt tann, sum gekk á odda í hóttanunum móti AB-málinum. Dysturin var bara fáar minuttir gamal, tá AB-uppleggið varð oyðilagt av hartskjótandi láminum. Gaman í hevði Fróði Benjaminsen eitt drønandi høgg ta einu ferðina, men annars var tað Rasmus, sum stóð fyri hóttanunum. Men ta einu ferðina streyk bólturin sentimetrar framvið málinum, og stutt undan steðginum small fríspark í stólparótina, áðrenn bólturin rullaði fram við málinum.
Í aðrar mátar var ikki tað heilt stóra at skriva heim um úr Gundadali.
Hóast HB sjáldan fekk veruliga ferð á sítt spæl, so gjørdist seinni hálvleikur fyri tað mesta sera einsrættaður oman móti AB-málinum. Gestirnir megnaðu als ikki at halda fast í skipaða verjupartinum, og tá miðvøllur og kantar hjá HB fáa somikið gott pláss, um teir fingu sunnudagin, koma møguleikarnir mest sum av sær sjálvum.
Fleiri heilt vandamiklar støður spurdust eisini burturúr, áðrenn tað av álvara skrædnaði hjá AB. Páll Mohr Joensen økti við fínari uppfylgjan eftir at málverjin hevði hálvbjargað einum stjóra hjá Fróða Benjaminsen, og Fróði kom sjálvur á talvuna, tá AB-verjan gloymdi alt um sínar markeringar í frísparksstøðu. Seinasta seymin smíðaði Bjarni Jørgensen við frálíkum skoti eftir hornaspark.
Stigini telja
Sigurin – saman við hinum úrslitunum hetta umfarið – ber við sær, at HB nú er einsamalt oddalið í Vodafone-deildini. Kanska ikki við so øgiliga reypandi spæli, men á pappírinum hava teir longu verið uppi ímóti EB/Streymi, NSÍ, Víkingi og B36, so áðrenn fyrsti triðingurin er av, eigur HB nú bara tær á pappírinum løttu uppgávurnar eftir.
Rósurnar um spælið hava kanska ikki verði so øgiliga nógvar, og tað tók fast, at liðið reyk úr steypakappingini. Men úrslitini í landskappingini ber illa til at seta ein fingur á. Og tað eru hesi, sum telja.
Hinvegin vekir tað ans, at tað framvegis er trupult hjá liðnum at skora í opnum spæli. Teir tríggjar seinastu dystirnar hevur HB skotið níggju mál, sum øll eru komin eftir deyðbóltar! Men tað er nú eisini ein dygd í sjálvum sær.
Stigini telja eisini hjá AB, sum higar til hevur afturpartin oman fyri vandamiklu strikuna, og tað í sjálvum sær er aðalmálið hjá liðnum. Við tiltiknu orðunum hjá Søren Lerby, so ert tú tó ongan tíð betri enn seinasti dysturin prógvaði, og hesin bar altso ikki boð um eitt lið, sum vil liva oman fyri strikuna. Og tað er so púrasta vist, at skal AB framvegis halda seg omanfyri strikuna, so skal avrikið móti EB/Streymi og Víkingi vera nakað væl betur, enn tað var móti HB sunnudagin.