Í dag hevur Føroya Tele føðingardag, og tí sleppa allir føroyingar at flagsa ókeypis allan dagin.
- Tað merkir, at øll kunnu ferðast púra ókeypis á netinum við sínari fartelefon og lesa tíðindi, vera á Facebook, síggja veðrið, twitta og alt annað, sum eisini er púra ókeypis, sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi.
Tey, sum eru í 3G-økinum, verða sjálvvirkandi knýtt at tænastuni og flagsa ókeypis við rúkandi ferð.
- Tað er leikandi lætt at flagsa. Tørvar tær hjálp at sleppa á netið við telefonini, so ringir tú bara til Føroya Tele á 80 80 80 fram til klokkan 18.00, og vit hjálpa tær. Tú kanst eisini altíð vitja ft.fo.