INTERNET
Tíðindaskriv
? Null krónur pr. megabyte allar julinæturnar. Tað er summartilboðið frá Føroya Tele.
Allan julimánað kunnu privatir I-net breiðbandskundar vera á netinum hvørja nátt millum midnátt og 08 um morgunin ? púra ókeypis!
I-netkundar kunnu ljósu næturnar allan juli rógva út á alnetinum, taka niður tónleik og filmar o. s. fr., púra ókeypis.
Hervið setir Føroya Tele í verk tað, sum aðrastaðni verður kallað flat-rate.
Flat-rate-hugtakið merkir, at talan er um eitt fast gjald fyri eina tænastu, uttan mun til, hvussu nógv tú brúkar tænastuna.