Tingið hevur í dag samtykt, at tað skal vera heimilað landsstýrismanninum í kunngerð at veita ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum Við 22 atkvøðum fyri og ongari ímóti hevur Løgtingið seinnapartin samtykt at heimilað landsstýrismanninum í heilsumálum at veita ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum.
Í viðmerkingunum verður sagt, at endamálið við hesi lóg er at gera eina føroyska lóg á koppsetingarøkinumm, so henda verður ðí samsvari við rammulógina á heilsuøkinum.
Í rammulógini verður heimilað føroysku myndugleikunum at fremja lóggávu á heilsuøkinum.
Landsfelag pensionistanna hevur fleiri ferðir sett ynski fram um at fáa eina skipan við ókeypis koppseting ímóti influensa til øll fólk, ið eru 67 ár og eldri, setta í gildi í Føroyum. Somuleiðis hevur Landslæknin mælt til, at ein slík skipan verður sett í verk í Føroyum, eins og tær eru í øllum grannalondum okkara.
Kommunulæknarnir skulu fremja koppsetingar eftir hesi lóggávu, eisini at koppseta eldri fólk ímóti influensa.
Í viðmerkingunum til uppskotið varð sagt, at tað verður roknað við, at skipanin fer at kosta landskassanum umleið 1,3 milliónir krónur um árið.