Ókeypis á netinum

Seinasta útgávan, sum Signar í Homrum hevur staðið fyri, er myrka náttin. Umframt at verða prentað í 300 eintøkum, so kann fløgan eisini takast niður av netinum – púrasta ókeypis.

- Tað var so nakað, sum eg valdi at gera. Á netinum stjala fólk sum ravnar allíkavæl, og so er tað betur, um tey kunnu fáa vøruna lógliga og í góðari góðsku, heldur enn at tey hava okkurt illa rip’að kopi, sigur Signar um útgávuna, sum neyvan verður tann seinasta frá hansara hond.

- Løgini á Myrka Náttin vóru fyri tað nógva løg, sum høvdu ligið eina tíð. Onkursvegna virkaðu tey eisini sum blokeraðu tey fyri nýggjum tilfari. Eg vildi gera hetta burtur av mær, og so kann eg arbeiða víðari.

Vil tað so siga, at næsta útgávan longu er í stoypiskeiðini?

- Meira ella minni. Eg vóni í øllum førum, at eg EP er klár longu í vár, og so mugu vit taka tað haðani. Tilfarið verður á leið tað, sum fólk kenna meg fyri. Altso eitt sindur av blandaðum bommum við rocki og stillum balladum, sigur Signar í Homrum.