Ókeypis vestar og hjálmar

Í hesum døgum fáa børn í 1. flokki ókeypis end­ur­skins­vest­ar og børn í 2. ókeypis hjálmar ­frá Ráðnum fyri Ferðslu­trygd.

Í dag er fyrsti heyst­ar­dagur, og við heyst­i­num gerast dagarnir styttri og myrkari. Tá er um­ráðandi hjá børnum at vera í endurskini, so­leiðis at tey eru sjón­lig í ferðsl­uni bæði í ským­ing og myrkri. Ráð­ið fyri Ferðslutrygd mælir øllum til at seta end­ur­skin á jakkar, task­ur, barnavognar og gjarna fleiri á hvønn persón. Eisini vaks­in eiga at nýta end­ur­skin, sigur Ráðið fyri Ferðslu­trygd.
Í løtuni verða hjálm­ar og vestar pakkaðir og sendir skúlunum kring landið. Hetta ar­beiðið verður gjørt í sam­starvi við Verks­taðið Vón. Vænt­­andi hava allir skúl­a­r móttikið endur­skins­vest­a­r­nar til 1. flokk og súkkl­u­hjálmar til 2. flokk fyrst í september.
Súkkluhjálmarnir verð­a latnir børnum í sams­tarvi við Trygd og Tryggingarfelagið Før­oyar, meðan end­ur­skins­vestar­nir verða latnir í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar.
Í gjár vóru tað børn í Kvívíkar skúla, sum fingu vestar og hjálmar, og tað var nýggi stjórin á RFF, Brynhild Høgnadóttir, ið býtti út til børnini.