Keypmannahavn fekk bank í 1. bronsudystinum

Landsliðsliðskiparin og liðfelagarnir taptu við 17 málum

Hósdagin spældu landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn fyrsta bronsudystin í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Á útivølli fekk Keypmannahavn bank. Keypmannahavn tapti heili 21-38 fyri Ikast. Ikast var á odda 16-11 í steðginum.

 

Pernille fekk tveir málmøguleikar, og hon setti báðar í netið.

 

Sunnudagin klokkan 13 fær Keypmannahavn høvið at reisa seg aftur, tá liðini spæla 2. bronsudystin á Frederiksberg í Keypmannahavn.