Keypmannahavn fekk sína drotning

Ritt Bjerregaard skúgvaði øll onn­ur til viks á kommunuvalinum í Keypmannahavn. Yvirhøvur høvdu Sosialdemokratarnir eitt gott val

Hon kom, sá og sigraði.
Tey gomlu, søguligu orðini kunnu av sonnum sigast um nýggja yvirborgarstjóran í Keypmannahavn, Ritt Bjerre­gaard.
Tað vakti ikki sørt ans, at hon, sum hevur búð í Odense tað mesta av sín­um lívi, men tó er fødd í Keyp­mannahavn, valdi at stilla upp til kommunuvalið í høv­uðsstaðnum. Meiri enn eina ferð varð hon eisini spurd, hvat hon ætlaði sær at gera har, og hvat hon kundi geva høvuðsstaðnum.
Men Ritt Bjerregaard er ikki nakar ársungi á tí politiska pallinum, og hon er heldur nikki hvør sum helst og tí heldur ikki nakar vanligur Odense-búgvi. Hennara drúgvu royndir sum fólkatingslimur, ráðharri og ES-kommiserur skuldu borga fyri, at hon eisini var før fyri at stýra einum býi, helt hon.
Tað mundu veljararnir eisini halda ella í hvussu er so nógvir teirra, at hon og Sosialdemokratarnir fingu eitt rimmar val í Keyp­manna­havn fyrradagin. Flokkurin fekk fimm umboð afturat í kommunustýrið og hevur nú 21 av teimum 55 sessunum har.
Undan valinum segði Ritt Bjerregaard, at hon ætl­aði sær at fáa eina breiða býráðssamgongu, men teirri ætlanini slepti hon, tí samgongan, sum bleiv skip­að longu valkvøldið, er so smøl, sum hon kann vera. Hon gjørdi av skipa sam­gongu saman við Radikala Vinstraflokkinum, og við hansara sjey limum aft­­ur­at hevur sær hevur Ritt Bjerregaard júst tann neyðuga meirilutan, 28 av 55 limum. Sjálv verður hon yvirborgarstjóri, og odda­maðurin hjá teimum radikalu, Klaus Bondam, verður borgarstjóri við máls­økjunum umhvørvi, tøkni, barna- og ung­dóms­viðurskiftum.
Pind av pinninum
Tann stóri taparin í Keyp­mannahavn var vinstra­mað­urin Søren Pind. Hann rak eitt hart og hvassorðað valstríð, men eftir øllum at døma tók hann ov rívan til og varð revsaður fyri tað. Revsingin var eisini hørð, tí Vinstri msti trý uimboð í kommunustýrinum og hevur bara átta.
Søren Pind valdi eisini at taka avleiðingarnar bein­an­vegin. Tá úrslitið var greitt, boðaði hann frá, at hann gevst. Hann segði seg hava gjørt sítt besta, men mátti ásanna, at tað var ikki nóg mikið. Tann nýggi oddamaðurin hjá Vinstra í Keypmannahavn eitur Mart­in Geertsen.