Keypmannahavn vann og Ringkøbing tapti

Tað gekk misjavnt hjá føroysku landsliðsleikarunum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld

Tveir føroyskir landsliðsleikarar vóru í eldinum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.

 

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn vunnu á útivølli stórsigur 37-25 á Horsens. Í steðginum var Keypmannahavn bert á odda 16-15, men í seinna hálvleiki var Keypmannahavn greitt omaná.

 

Pernille skoraði tvey mál. 

 

Keypmannahavn er nummar sjey í deildini við 10 stigum. 

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu stórt 24-37 fyri toppliðnum, Odense. Í steðginum var alt mest sum avgjørt. Tá var støðan 20-10 til Odense.

 

Rakul bjargaði fimm av 31 málroyndum. Kappingarneytin, Emma Friberg bjargaði einari av 11 málroyndum.

 

Ringkøbing er nummar tíggju í deildini við níggju stigum.