Keypsamtøkan hevði 5,4 milliónir krónur í halli í fjør

Tað er kortini 4,6 milliónir krónur betri enn árið fyri

Handilin hjá Føroya Keypsamtøku í miðbýnum í Havn

Hesum boðar Føroya Keypssamtøka frá í tíðindaskrivi:

 

Føroya Keypsamtøku, sum er millum størstu veitarar av gerandisvørum í landinum, helt leygardagin 10. mai sín árliga aðalfund. Har var m.a. grannskoðaði roknskapurin hjá FK lagdur fram og góðkendur av aðalfundinum.

 

Roknskapurin fyri 2024 vísir hall uppá 5,4 mió. kr. eftir skatt, ið er 4,6 mió. kr. betri enn árið fyri. Lækkingin í úrslitinum stavar serliga frá lægri bruttovinningi og hægri fíggjarkostnaði, men eisini frásølu av bygningum.

 

– Tað er greitt, at úrslitið als ikki er nøktandi, sigur Jákup Mørkøre, stjórnarformaður.

 

– Men vit hava tikið avleiðingarnar av negativu gongdini seinastu árini, sigur hann.

 

Føroya Keypssamtøka varð fyrr í ár umskipað til Sp/f Føroya Keypssamtøka FK, har tveir ánarar eru. Øll aktiv og passiv vórðu løgd niður í smápartafelagið. Limasamtakið FK L/F eigur 50% av partapeninginum og Fredensborg og Omegns Brugsforening, stytt FOB, eigur hina helvtina.

 

– Grundarlagið er nú upp á pláss, og hyggja vit spent positivt frameftir, sigur Jákup Mørkøre, stjórnarformaður.

 

Limafelagið FK er sostatt farið frá at reka Keypssamtøkuna í Føroyum til at eiga helvtina av Sp/f Føroya Keypssamtøku, sum verður rikið sum ein vanlig vinnufyritøka. Stjórin í nýggja felagnum er Kristian Wolsing, sum hevur verið konstitueraður stjóri í 2024 síðan 15. januar í 2024.

 

Nevndarformaðurin er Bo Kristensen, sum er dagliga “brugsuddeler” í FOB. Í nevndini eru tveir limir fyri FOB, ein eygleiðari frá Coop DK A/S, og Johnni M. Poulsen, fyri stjórnina (meginnevndina) í Limasamtakinum FK. Harafturat kunnu starvfólkini í Sp/f Føroya Keypssamtøku velja tvey starvsfólkaumboð í nevndina.

 

Nýggjur stjóri, Claus Lundberg, er settur frá 1. juli 2025.

 

– Tað er týdningarmikið at fáa lagt raksturin av FK í eina trygga og langtíðarhaldføra legu, har fyritøkan kann mennast, dagførast og búgvast til framtíðina, og sostatt tryggja limunum eina enn betri handilsketu og gera okkum munandi meira kappingarfør, sigur Jákup Mørkøre, stjórnarformaður, at enda.

 

Eftir aðalfundin eru hesi í stjórnini í FK:

 

Jákup Mørkøre, heldur fram sum forfólk

 

Tim Wentzlau, heldur á fram sum næstforfólk

 

Tummas Lauritsen,

 

Elin Holm,

 

Josef Jacobsen, nývaldur

 

Um Føroya Keypssamtøku (1965-2025)

Føroya Keypssamtøka varð upprunaliga stovnað í 1965 sum ein samanrenning av trimum lokalum keypssamtøkum, tá ið Havnar Keypssamtøka, sum varð stovnað í 1952, Klaksvíkar Keypssamtøka og Fuglafjarðar Keypssamtøka, báðar stovnaðar í 1961, valdu at leggja saman til eina størri eind undir navninum Føroya Keypssamtøka, í dagligari talu nevnd FK.

 

FK-handlar eru í dag í Fuglafirði, Klaksvík, Miðvági, Hoyvík, Tórshavn og Trongisvági.

 

Føroya Keypssamtøka er eitt luta­felag, sum limirnir eiga. Í løtuni eru 14.500 limir í FK.

 

Keypssamtøkan hevur givið út bók “Føroya Keypssamtølan 1965-2025 í samband við 60 ár eru liðin síðan hon varð sett á stovn.

 

Limasamtakið FK L/F

 

Limirnir, sum fyrr áttu 100% av keypssamtøkuni, er framvegis skipaðir í 5 limafeløg og eiga í felag 50% av Sp/f Føroya Keypssamtøku FK.

 

Sp/f Føroya Keypssamtøka FK er stovnað afturvirkandi frá 1. Januar 2025 ot rekur alt fyrrverandi virksemi.

 

Sp/f Føroya Keypssamtøka FK

 

Er eitt føroyskt felag. Limasamtakið FK L/F  eigur 50% av partapeninginum og Fredens-borg og Omegns Brugsforening, stytt FOB, eigur hina helvtina.

 

Limirnir atkvøða framhaldandi árliga, hvør skal sita í limanevndunon og stjórnini í Limasamtakinum FK L/F.

 

Til ber at lesa ársfrágreiðingina 2024 her.

 

Handilin hjá Føroya Keypsamtøku í miðbýnum í Havn