Keypti amfetamin fyri 14.000 krónur

Seinnapartin í gjár var ein 53 ára gamal maður var í Føroya Rætti ákærdur, fyri millum annað at hava keypt 130 gramm av amfetamin fyri 14.000 krónur. Ákærin krevur minst eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing

Maðurin er úr Klaksvík og er ákærdur í fýra førum, sum øll hava við rúsevni at gera.
Fyrsta ákæran snýr seg um, at maðurin einaferð áðrenn 16. mars í fjør, hevði keypt 2 gramm av amfetamin, og at løgreglan hevði funnið 0,2 gramm av amfetamin heima hjá honum tann 17. mars 2006.
Onnur ákæran gekk upp á, at maðurin í tíðarskeiðinum millum 17. mars og 15. mai í fjør, hevði keypt 130 gramm av amfetamin. Av teimum 130 grammunum vórðu 107,5 gramm funnin heima hjá honum kl. 17.40.

Noktaði at siga nakað
Maðurin sýtti fyri at siga nakað sum helst, meðan fjølmiðlarnir vóru til staðar í rættinum. Hann vildi heldur ikki gera viðmerkingar til frágreiðingina, ákærin las upp. Ein frágreiðing, maðurin sjálvur hevur givið, og har hann hevur sagt, at amfetaminið keypti hann frá einum dana í Havn fyri 14.000 krónur.
Í triðja førinum var maðurin ákærdur fyri at hava keypt 5 gramm av amfetamin í Keypmannahavn. Amfetaminið hevði hann keypt fyri 200 krónur grammið.
Í fjórða og seinasta førinum gekk ákæran upp á tað, at 1,7 gramm av hassji vórðu funnin hjá honum, tá hann varð handtikin.
Aftrat hesum hevði løgreglan lagt hald 6450 krónur, sum maðurin hevði liggjandi í eini skuffu í sofaborðinum við hús.

Krevur minst eitt ár
Ákærin krevur, at maðurin fær í millum 12 og 15 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Hetta varð millum annað grundað á, at talan um so mikið stórar nøgdir, at maðurin ikki bara skuldi nýta tað sjálvur.
Eisini vísti ákærin til ein dóm frá 2002, har ein persónur í Føroya Rætti fekk fýra mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri 20 gramm av amfetamin og 20 ecstasytablettir.
Maðurin játtaði seg sekan í øllum. Hann segði tó, at amfetaminið var bara til egna nýtslu, og hevði hann ikki ætlanir um at selja rúsevnini víðari, og at talan ikki var um 130 gramm, sum hann hevði keypt, men 115 gramm av amfetamin.
Dómur fellur týsdagin í komandi viku.