Keypti ein tunfisk fyri 10 mió. krónur

Tunfiskaprísurin setti met á japanska fiskamarknaðinum í morgun, tá ein matstovumaður keypti ein 222 kilo tungan fisk fyri 1,8 millión dollarar ella 10,3 milliónir krónur. Prísurin er næstan tríggjar ferðir hægri enn metprísurin í fjør, sum var 3,7 milliónir krónur.

Fiskurin var fingin úti fyri japonsku norðurstrondini og seldur á tí kenda Tsukiji-marknaðinum.

Tað var stjórin í teirri væl umtóktu matstovuketuni Sushi-Zanmai, sum átti hægsta boð í morgun.

-Míni viðskiftafólk siga, at tey ætla sær aftur at eta tann besta tunfiskin í Japan í ár, so eg má heldur royna at geva teimum møguleikan, segði Kiyoshi Kimura (myndin). Tað var eisini hann, sum keypti tann dýrasta tunfiskin í Japan í fjør.