Tá Stanley Samuelsen fyrstuferð spældi til dans við Silly Boys í 1964, var hann bert 13 ára gamal. Hann hevði fingið ein guitara frá einum beiggja, sum arbeiddi í Føroyingahavnini í Grønlandi.
Stanley mátti sníkti svartaskógvarnar niður í kjallaran og sníkja seg oman í dansistovuna, tí mamman helt hann vera ov ungan. Stanley var heima aftur klokkan 23, so eingin legði nakað til merkis, men dansurin endaði ikki fyrr enn klokkan 24.
Silly Boys spældu í heimbygdini Fuglafyrði og aðrastaðni í Føroyum øll sekstiárini.Seinnu helvt av sekstiárunum vóru tónleikakappingar í Sjónleikarhúsinum í Havn og Silly Boys náddu at gerast nummar eitt og eisini nummar tvey.
Kom ikki aftur
Í 1970 fór Stanley til Danmarkar at ferðast, men kom ikki aftur. Síðani hevur hann búð niðri.
Hann fór í skúla og hevur arbeitt á verksmiðju.Eisini arbeiddi hann við menningartarnaðum og ger tað enn av og á. Síðani 1985 hevur Stanley verið tónleikari burturav.
Hann býr í Birkerød og hevur konu og 3 børn.
Stanley hevur spælt í mongum høpi og sum tónleikari verið við T.d. Peter Belli, Tamera Rosanes, Eugen Tajmer, Grete Sønck, Peter Thorup og Kurt Ravn.
Duettin Mark og Stanley sang t.d. Beatles, Garfunkel og onnur. Teir ferðaðust í Keypmannahavn og har á leið og høvdu eisini fleirstemt guitarspæl.
Guitarspælið hjá Stanley gjørdi, at fleiri vildu hava hann við sær. Hann kom við í country og rock bólkarnar Palomino, Toneservice, Allerød Drengekor og Kim & Juveltyvene.
Í 1982 kom hann við í Nis P?s Band og 40 í Feber, ið er húsorkestur hjá danska Socialdemokratinum.
Í 1985 stovnaðu Stanley og Nis P Den Udødelige Duo (D.U.D.), sum spælir til ymisk tiltøk hjá fakfelagsrørsluni. Teir fingu í 1991 mentanarheiðurin hjá LO og hava verið við sum tónleikainnslag í ymsum sjónvarpssendingum.
Vísur
Stanley hevur verið við í ymsum ferðandi vísuhópum og í 1997 sá Strengedrenge dagsins ljós. Limirnir eru Stanley Samuelsen úr Føroyum, Anders Roland úr Danmark og Sten Vidar Larsen úr Noreg. 3 guitarleikarar, ið spæla saman og syngja á 4 málum. Teir eru grundfestir í norðurlendskari vísumentan og hava ferðast í Danmark.
Stanley hevur í nøkur ár umboðað Danmark í Nordvisa, ið arbeiðir fyri at fáa vísusangi hóskandi sess í Norðurlondum og fyri alnorðurlendskum málkunnleika.
Fløgan hjá Stanley er stuðlað av Koda´s Kollektive Båndmidler og ynski hevur verið um fløguna bæði í Føroyum og aðarastaðni.
Um upprunan til løgini á fløguni sigur Stanley, at hann hevði eina Gamla sangbók, Føroya Fólks, við tá hann fór til Danmarkar. Henni blaðaði hann í, tá honum longdist heim. Men hann dugdi ikki allar sangirnar, løgini, men Janus Djurhuus fangaði, tí orðini eru so mergjað. Stanley tók guitaran og løgini spruttu næstan av sær sjálvum. Brátt vóru yvir 20 løg. Hesi hevur Stanley sungið til ymisk vísutiltøk og er soleiðis vorðin partur av vísuumhvørvinum í Norðurlondum og í baltisku londunum.
Stanley sigur um fløguna, ið hann sjálvur gevur út, at tað er kostnaðarmikið at fara undir slíka ætlan , men at hann sum heild er nøgdur við úrslitið. Hann fekk 25.000 krónur frá KODA og hevur síðani tikið lán at fíggja restina. Fløgan fæst til keyps í Føroyum í øllum sølubúðum og mong kenna lagið, ið fløgan hevur heiti eftir, nevniliga Um eg kundi kvøðið.
Í útlondum er Stanley væl dámdur.
Eftir eina konsert í Finnlandi í 1999 skrivaðu bløðini:
»Stanley Samuelsen spillede guitar med en følelse som fik publikum til næsten at glemme lyrikken. Færøsk er dog et vidunderligt sprog at lytte til; som en særegen blanding af islandsk og italiensk«.
Hangøtidning, Finland, juni99.
»Stanley Samuelsen var aftenens nordiske kosmopolit. En færing, bosat i Danmark, synger i Finland en norsk vise oversat til dansk, og desuden taler han et udmærket skandinavisk«.
Hangøtidning, Finland, juni99.
»I mine øjne fremstod Stanley Samuelsen som den bedste af de artister der optrådte lørdag aften, med et højst nydelsesrigt guitarspil og en meget melodisk stemme«.
Marit Lundstrøm. Finsk musikanmelder juni99.
Formaðurin í Nordvisa í nógv ár, Kalle Zwilgmeier skivar um Stanley Samuelsen:
Stanley har selvfølgelig Færøerne »i blodet«, og hjemlandets toner og sprog har altid ligget og kaldt på ham. Stanley har udviklet sig til at blive en af Nordens bedste guitarister, og har opdaget at han har evner som komponist. Stanley har fundet digte og visetekster frem fra den færøske digterskat, og i løbet af få år har vi fået de bedste færøske viser gennem tiderne.
På sin CD »Um eg kundi kvøðið« får vi de bedste eksempler - det bedste af det bedste. Med en varm og melodiøs stemme fører han os med til øriget ude i vest, til et møde med en barsk natur, til hverdagsstemninger og »den udødelige kærlighed«