Keypti sær dyst móti Kasparov

Tórbjørn Jacobsen, fyrr­ver­andi landsstýrismaður í ment­amálum, keypti sær – fyri almennar pengar – eitt talv móti fleirfalda heims­meistaranum Garry Kasp­a­rov, tá hann var á vitjan er um aldaskifti.

Tað váttaði hann sjálvur í send­ingini hjá Suna Merk­is­tein í sjónvarpinum, sum snúði seg um vitjanina hjá talv­­heims­­meist­ar­a­num í F­ør­oyum.

Rani Nolsøe, sum tá var for­mað­ur í Talv­samb­and­i­num, greiddi frá, hvussu hann fekk vitjanina í lag. Hann fekk sjálvur upp­gáv­una at skaffa sponsorar, bæði privatar, men eisini al­mennar.

– Ikki minst var tað Tór­bjørn Jacobsen, lands­stýr­is­mað­ur í mentamálum, sum stuðlaði heilt alv­or­liga. Hetta vildi hann ver­u­liga. So at vit fingu tað økonomiskt at hanga sam­an, greiddi Rani Nolsøe frá í sendignini.

Og Tórbjørn Jacobsen legði so afturat:

– Eg segði við Rana, at eg skuldi brúka nógva orku upp á at finna fram til tann pening, sum var neyðugur, og at eg hevði bara eitt mót­krav: At eg sjálvur slapp at telva eitt talv ímóti kanska tí sterk­asta telvaranum, sum nakr­antíð hevur verið í heim­i­num...

Soleiðis kunnu fólk við makt seta seg sjálvan í fokus fyri almennar pengar.