Tað var Henrietta Hansen av Gørðunum í Vági, sum stovnaði fyrsta gentuskótaarbeiði í Føroyum. Sambært gerðabókunum hava fleiri gentur verið innmeldaðar longu 2. januar 1928 og fyrsti "prøvin", sum tá varð kallaður rekrutprøvin, er tikin 3. mai.
Á stórari samkomu í KFUK tann 9. mai 1928 lovaðu 28 gentur og leiðarar lyftið. Av teimum fyrstu leiðarunum kunnu nevnast, umframt frøkin Hansen (sum skótarnir kallaðu Henriettu) eisini Bette Poulsen í Havn. Petra Højgaard (gift Rasmussen) úr Rituvík, Helga Christiansen (gift Øregaard) úr Kvívík og Olivia Arge (gift Gregoriussen) í Havn.
Henrietta var læraralærd í Danmark, áðrenn hon bleiv skrivari í KFUK í Havn, sum hon sjálv stovnaði í 1920. Sum skrivari gjørdi hon ofta ferð niður til Danmark á skeið, og har fekk hon innlit í KFUK-skótaarbeiðið. Hon var sera hugtikin av hesum spennandi ungdómsarbeiði og við góðari vegleiðing frá KFUK-skótunum í Danmark, sum vórðu stovnaðir í 1919, stovnaði hon so gentuskótarnar í Havn.
Ein tíð gekk, áðrenn lóg, lyftið, skótasangir o.a. blivu umsett til føroyskt, so at fyrsta lyftið varð lovað á donskum:"Jeg lover på min Ære efter bedste Evne, at være tro mod Gud og mit Fædreland, at være hjælpsom mod alle Mennesker og holde Spejderloven".
Til 50 ára haldið í 1978 varð ein nýggj grein av KFUK-skótum stovnað. Einaferð skóti ? altíð skóti, verður sagt, og hetta hildu eisini nógvar av teimum tilkomnu kvinnunum, sum vóru við til hátíðarhaldið, at okkurt mátti gerast við. Síðan hevur 4. grein verið virkin. Teirra 25 ára stovningardagur varð hildin fríggjakvøldið 9. mai í KFUK, har umleið 25 "gamlir" skótar vóru møttir.
75 ára dagurin varð hildin í KFUK sunnudagin 11. mai 2003. Eftir guðstænastuna í Havnar kirkju var døgurði fyri innbodnum á Hotel Hafnia. Eisini var almenn móttøka í KFUK og legubál á KFUK-trøðni.
Kelda: KRUNG 3/2003: Ása Olsen