Ein riðil av KFUM skótum marsjeraðu ígjøgnum Runavíkar bý á grækarismessu. Við sær í hondunum høvdu teir spakar. Veðrið skikkaði sær illa; tað var stormur og heglingur, men treystur gekk stóri riðilin serliga mannaður við lítlum skótum út á Mýrarnar. Har varð á stórum skelti eitt stástiligt svart hús við flagtaki avdúkað. Hetta verður tað nýggja skótahúsið í Runavík, og skal tað takast í nýtslu longu næsta ár.
-Vit hava hildið til á ungdóms- og missiónshúsinum á Glyvrum. Og hóast har eru góð høli, so er húsið so nógv umbiði, at vit hava trupult at koma til. Eisini eru vit so nógv í tali nú, at hølini eru við at gerast ov lítil, so vit gleða okkum til at fara inn í hesi stásiligu hølini, sigur Hallur Hansen, ið er bólkráðsleiðari hjá KFUM skótunum við Løkin.
Øll settu spakan í
Nú komu teir mongu spakarnar, ið skótarnir høvdu hildið fast í hóast kava og regn, til verka. Tí nú kundu øll, sum vildu verða við til at seta spakan í til nýggja og stásiliga húsið, grava ein bøkk upp úr jørðini. Og tað vórðu tað nógv, ið nýttu høvi til. Dúgliga vórðu moldbøkkarnir skumpaðir burtur, og lættir vórðu teir at fáa upp úr vátu jørðini, tí hevði tað ikki kavað henda dagin, so hevði tað regnað. Ein lítil úlvaskóti helt hetta verða sera stuttligt, og hann gleddi seg sera nógv at koma inn í nýggja húsið.
-Hetta hevði eg væl tímað at gjørt hvønn dag. Eg gleði meg ordiliga nógv at sleppa at ganga til skótar her inn, segði drongurin og gravaði dúgliga víðari.
Nærum alt húsið fíggjað
Grundstykkið, ið skótarnir sjálvir hava fíggjað, er 1867 fermetrar og verður húsið 500 fermetrar. Húsið fer at kosta seks milliónir, og er nærum øll verkætlanin longu fíggjað.
-Vit hava fingið sera stórar peningargávur til húsi. So hava vit eisini sjálvi savnað pening inn, so vit hava sum nú er longu fíggjað nærum alt húsið, sigur Hallur Hansen, bólkaráðsleiðari hjá KFUM skótunum við løkin.
Ì húsinum verður millum annað ein stór høll, ið skótarnar gleða seg at taka í nýtslu.
-Her fara vit allarhelst at halda til, tá ið vit skulu hava stór tiltøk. Og vit ætla eisini at lova øðrum framat her, sigur Hallur Hansen.
Størsti skótabólkur í landinum
KFUM skótarnir við Løkin eru størsti skótabólkur í landinum, og hava tey 130 limir. Umframt limir úr Runavík koma limir frá øllum Skálafjørðinum. Skótabólkurin er frá 1983, og eru tey enn í dag sera aktiv.
-Vit hittast einaferð um vikuna. Har fáast við ymiskt skótatiltøk. Eisini eru vit uttanlands hvørt ár, og luttaka í sokallaðum jamborees. Í ár fara fimm limir hjá okkum til jamboree í Onglandi, sigur Hallur Hansen.
Grundøkið til nýggja skótahúsið liggur tætt við nýggja barnagarðin og Vistarheimið í Runavík, og gongst eftir ætlan, verður húsið tikið í nýstlu um eitt ár.