Berlingske Tidende vil vera við, at ein konservativur limur í Evropatinginum ætlar sær upp í nýggja flokkin hjá Naser Khader. Seinnapartin fer Naser Khader ætlandi at boða frá, at hann hevur gjørt av at fara úr Radikala Vinstra og at stovna nýggjan flokk.
Danska útvarpið visti í morgun at siga, at radikali tinglimurin í Evropatinginum, Anders Samuelsen, er við í ætlanini at stovna nýggja flokkin, og nú skrivar Berlingske Tidende, at tann konservativa Gitte Seeberg skal eisini upp í tann nýggja flokkin. Gitte Seeberg er limur í Evropatinginum.
Berlingarin sigur seg eisini hava skilt, at vinnulívsmenninir Asger Aamund og Lars Kolind styðja tann nýggja flokkin.