Hóttanir og ókvæmisorð noyddu í gjárkvøldið Naser Khader at avlýsa ein fyrilestur, sum hann skuldi halda í Norðursælandi Naser Khader var boðin til Kokkedal at halda fyrilestur, men tá hann kom hagar, róptu unglingar av fremmandum uppruna arabisk ókvæmisorð og hóttanir eftir honum, sigur TV2.
Naser Khader valdi at avlýsa fyrilesturin og fór aftrur til Keypmannahavnar. Hann sigur kortini, at tilburðurin í Kokkedal fær onga ávirkan á politiska virksemi hansara.
Formaðurin í Ny Alliance hevur altíð lívverjar hjá sær, og soleiðis var eisini í gjárkvøldið.