Veðrið hesar dagarnar, Naser Khader hevur verið í Føroyum, hevur avgjørt víst seg frá tí bestu síðuni. Í gjár var Khader-familjan á útferð í Kirkjubø og í Nólsoy, meðan skráin í dag fevndi um eina vitjan hjá borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen, og Jóannes Eidesgaard, løgmanni.
Borgarstjórin greiddi frá tí stóru menning og vøkstri, sum høvuðsstaðurin hevur verið fyri og framvegis er mitt í. Um stórar skúlaætlanir, infrakervið og útbyggingingarnar á sosiala økinum, og hvussu býráðið er samansett politiskt.
Líka sum í býráðshúsinum á Vaglinum var vitjanin í Tinganesi eisini ein kurteisisvitjan, har løgmaður nýtti høvi til undirstrika yvirfyri Naser Khader týdningin av, at danir og føroyingar læra at virða og skilja hvønn annan.
- Eg fortaldi honum, at í einum lítlum landi sum Føroyar gongur ikki alt líka skjótt, men at tað er týdningarmikið, at tingini fáa tíð at mennast og búnast, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður vísti á, at hann sjálvur hevur sitið á Fólkatingi og tí heldur seg hava gott forstáilsi fyri, hvat rørir seg í bæði donskum og føroyskum politikki og viðurskiftunum annars landanna millum.
Sjálvur sigur Khader, at hann fekk nógv burtur úr vitjanini í Tinganesi og í heila tikið hevur fingið eina breiðari vitan um Føroyar.
- Eg fekk at vita frá løgmanni, at tað tekur tíð at broyta tingini her í Føroyum. Hinvegin vísti eg á, at mann ikki má lata standa til ov leingi. Mín varhugi er, at tað eru ov nógvir føroyskir politikarar, sum lúra og bíða við at taka støðu í til dømis abortspurninginum, tí teir eru bangnir fyri egnum politisku fylgjum, sigur danski fólkatingspolitikarin.
Í kvøld klokkan 19 heldur Naser Khader fyrilestur í Miðlahúsinum í Vágbotni undir heitinum, »Trúgv og fólkaræði«.
Í morgin klokkan 15 heldur kona hansara, Bente Dragsbæk, fyrilesturin: »Millum tvær kvinnumentanir.«
Naser Khader, konan og teirra trý børn fara aftur til Danmarkar fríggjadagin.