Áki: Eg skuldi havt skorað fýra mál aftrat

(Rás2) Seksmálsskjúttin, Áki Egilsnes iðrar seg um tepra tapið ímóti Fraklandi í HM-áttandapartsfinaluni

- Eg skuldi havt skorað fýra mál aftrat, tí so høvdu vit komið víðari til fjórðingsfinalurnar. Orðini eigur Áki Egilsnes, sum skoraði seks mál ímóti Fraklandi í HM-áttandapartsfinaluni, sum føroyska U21-landsliðið tapti 25-28 ímóti Fraklandi.

 

Áki Egilsnes iðrar seg og heldur, at føroyska liðið hevði gott tak á franska liðnum í dag.

 

Nú vil ætlar Áki at vinna plasseringsdystin um 15. plássið, sum verður spældur klokkan 14 í morgin.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Áka Egilsnes aftaná 25-28 HM-tapið ímóti Fraklandi í áttandapartsfinaluni.