Fyrr í kvøld kom tað fram, at ein av fótbóltsmennarunum hjá FSF, Thomas Thinggaard, gevst í starvinum. Hann fer heimaftur til Danmarkar, har hann skal vera venjari hjá U17-liðnum hjá SønderjyskE, og harvið gevst hann eisini sum føroyskur U17-landsliðsvenjari.
Ein nýggjur er longu settur í starvið. Talan er um Áka Johansen, sum var venjari áðrenn Thomas Thinggaard varð settur í starvið. Áki, sum var venjari tá ið U17-dreingirnir megnaðu at spæla seg til EM-endaspælið í Kroatia, skal standa á odda fyri liðnum restina av hesum árinum.
- Tá landsliðið kallar, kann ein sjálvandi ikki siga nei. U17-dreingirnir mangla venjara, og tá heitt varð á meg, kundi eg ikki annað enn siga ja. Komandi avbjóðingar eru sera spennandi og áhugaverdar, og eg eri eisini sera fegin um, at Giza Hoyvík hevur víst mær stóra vælvild í hesum sambandi, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.
U17-landsliðið við dreingjum skal til tvær kappingar seinni í ár. Í august er NM á skránni, og í september skal liðið til innleiðandi EM-undankapping í Makedonia. Umframt øll norðanlondini, verða Kina og Norðurírland eisini við í NM-kappingini, sum í ár verður í Føroyum.
Fyrireikingarnar til NM eru so smátt farnar í gongd. Hópurin er úttikin, og fyrsta venjingin verður 7. juli, og síðani verður vant regluliga til kappingin byrjar tann 5. august.
Hópurin
Dánial Danielsen, NSÍ
Noah Hans Mneney, ÍF
Tórur Franksson Joensen, HB
Børge Petersen, KÍ
Ári Arge, HB
Jónas J. Warner, B36
Gilli Róason, HB
Olaf K. Hansen, KÍ
Meinhard F. Janusarson, NSÍ
Gulak Andrias Jacobsen, SønderjyskE (DEN)
Kristian Krog Hentze, B36
Ari Petersen, 07 Vestur
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Súni Hansen, NSÍ
Ingolf Tvørfoss, Víkingur
Jens Erik L. Bruhn, TB/FCS/Royn
Jóel Høgnason Jacobsen, NSÍ
Bergur Jákupsson Poulsen, Víkingur
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Áki Johannesen, NSÍ