KÍ fær altjóða royndan dómara í Bosnia Hersogovina

Georgi Kabakov úr Bulgaria hevur dømt altjóða dystir síðani 2013

Hóskvøldið klokkan 20 - føroyska tíð - skal KÍ royna at vinna seg í Play Off umfarið til bólkaspælið í Europa League.

 

Mótstøðuliðið á útivølli í Bosnia Hersogovina er Borac Banja Luka. KÍ hevur eina 2-1 leiðslu við sær til returdystin í Bosnia Hersogovina. 

 

Vinnur KÍ ein samlaðan sigur á Borac Banja Luka eru teir garanteraðir bólkaspæl í heyst.

 

KÍ fær lukkutíð ein altjóða royndan dómara til dystin móti Borac Banja Luka.

 

38 ára gamli bulgarski dómarin, Georgi Kabakov skal leiða dystin millum Borac Banja Luka og KÍ.

 

Georgi Kabakov hevur dømt altjóða dystir, bæði í landsliðshøpi og felagsliðshøpi síðani 2013, so royndirnar trota ikki.

 

FK BORAC BANJA LUKA (BIH) [1-2] KÍ KLAKSVÍK (FRO)

Dómari: Georgi Kabakov BUL

Hjálpardómari 1: Martin Margaritov BUL

Hjálpardómari  2: Diyan Valkov BUL

Fjórði dómari: Vladimir Valkov BUL

VAR dómari: Dragomir Draganov BUL

VAR hjálpardómari: Georgi Ginchev BUL

UEFA dómaraeygleiðari: Alon Yefet ISR

UEFA umboð: Emin Cəfərov AZE