Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir KÍ fyrra dystin í avgerandi Play Off umfarinum í Conference League um at vinna pláss í deildarspælinum, sum tað eitur nú.
Dysturin á Tórsvølli verður móti HJK Helsinki, ið hevur verið finskur meistari heilar 33 ferðir.
Tað verður 42 ára gamli, Ioannis Papadopoulos úr Grikkalandi sum verður høvuðsdómari til dystin.
Ioannis Papadopoulos hevur dømt altjóða dystir, bæði landsdystir og felagsliðsdystir síðani 2018, so hann er ikki sørur tá tað kemur til altjóða royndir.
KÍ Klaksvík (FRO) - HJK (FIN)
Dómari: Ioannis Papadopoulos GRE
Hjálpardómari 1: Polychronis Kostaras GRE
Hjálpardómari 2: Lazaros Dimitriadis GRE
Fjórði dómari: Athanasios Tzilos GRE
VAR dómari: Stefanos Koymparakis GRE
VAR hjálpardómari: (ikki kunngjørt enn)
UEFA dómaraeygleiðari: Markus Strömbergsson SWE
UEFA umboð: Borja Bilbao ESP