KÍ fær spennandi avbjóðingar í Atlantic Cup

KÍ skal í Atlantic Cup kappingini í Portugal spæla móti liðum úr Kina, USA og Danmark

Trífaldu føroyameistararnir, KÍ eru í hesum døgum í Portugal fyri at fyrireika seg til landskappingina í fótbólti.

 

KÍ tekur lut í einari kapping, ið nevnist Atlantic Cup, og skal KÍ komandi dagarnar spæla tríggjar dystir.

 

Í morgin klokkan 14.30 skal KÍ spæla móti Beijing Guoan, ið spælir í bestu kinesisku fótbóltsdeildini.

 

Týsdagin 6. februar klokkan 14 skal KÍ spæla móti danska superligaliðnum, Silkeborg, og fríggjadagin 9. februar klokkan 13 skal KÍ spæla ímóti amerikanska Major Soccer League liðnum, Real Salt Lake.

 

Tað er ikki hvat vit vita komið fyri áður, at eitt lið úr bestu mansdeildini í Føroyum hevur spælt móti liðum úr bestu amerikonsku og bestu kinesisku fótbóltsdeildini. So tað verður sera spennandi at síggja hvussu KÍ fer at klára seg hesar tríggjar dystirnar.