info
Ongi úrslit

Áki fekk sínar fyrstu minuttir fyri HB

Áka Debes Samuelsen er triði ungi spælarin, sum fær debut á besta liðnum í hesum kappingarárinum

Tróndur Arge
7. juni 2020 kl. 10:26
HB vann í gjár 1-0 á TB í Trongisvági og hevur fult stigatal eftir seks dystir. Fyri triðju ferð í hesum kappingarárinum, fekk ein ungur spælari í hópinum debut. - Tá tað restaðu 7 minuttir, vísti Berthel enn einaferð yvirskot og álit, tá hann setti 16-ára gamla Áka Debes Samuelsen á vøllin, sum harvið fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum. Áki er sonur fyrrverandi málrevin, Eyðun Samuelsen, so evnini hevur hann ikki frá ongum. Nakrar minuttir seinni kom Samuel eisini á vøllin, og harvið endaðu vit dystin við tveimum 16-ára gomlum á vøllinum skrivar HB.fo. Undan honum eru Dánjal Reginsson og Ási Dam komnir á vøllin. Tað gjørdu teir fyri fyrstu ferð í 5-0 sigrinum á AB á Argjum. Jens Berthel Askou, vernjari hjá HB, hevur viðgingið at hópurin er smalur í løtuni og at tað er ein møguleiki at hjálparvenjarin, Kevin Schindler, verður at síggja í hópinum í framtíðini.  
Myndin er ikki tøk
Áka Debes Samuelsen verður mettur sum ein avbera evnaríkur fótbóltsspælari, sum seinastu tíðina hevur vant við FC Midtjylland, har hann hevði sattmála. Hann er nú aftur í HB og er júst fyltur 16 ár, sum ger at hann hevur loyvi at spæla á besta mansliðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Norðborg tíggju milliónir dýrari – klár í fyrsta lagi í desember

2 minuttir síðan
Tíðindi

Framvegis long bíðitíð á flogvøllinum

1 tími síðan
Tíðindi

Stórt forlag bannar vitlíki

2 tímar síðan
Tíðindi

Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi

7 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Ballon d’Or-vinnararnir seinastu tíggju árini

7 tímar síðan
Tíðindi

ST-granskarar: Russland fremur krígsbrotsverk í Ukraina

8 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum

9 tímar síðan
Fótbóltur

Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð

9 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan valinum

9 tímar síðan
Tíðindi

Kropslutir av manni funnir í Rínánni

9 tímar síðan
Tíðindi

Átta leiðar­ar í Norð­ur­lond­um: Bjóða tøkni­risunum av

9 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini

10 tímar síðan