KÍ fer at spæla á Kypros

Europa: Fyrri dysturin verður ímóti sveisiska meistaraliðnum

Í fjør vann KÍ enn eitt FM heiti í kvinnufótbólti, og tað bar rættin við sær at luttaka í europeisku meistarakappingini.

 

Nú er tað greitt, at KÍ í fyrsta umfari í innleiðandi kappingini fer at spæla á Kypros, og at mótstøðuliðið verður sveisiska meistaraliðið FC Zürich. Talan er um kapping við fýra liðum. Vinnarin fer at halda fram í næsta innleiðandi umfari.

 

Í hinum dystinum hittast kypriotiska meistaraliðið Apollon Ladies FC og SFK Riga, sum er lettiska meistaraliðið.

 

Fyrru dystirnir eru ásettir at vera 18. august, og finalan og dysturin um triðja plássið vera 21. august.