KÍ fiskar í TB

KÍ skal styrkja um verjupartin og okkurt bendir, at teir fiska í TB

Tað var við reyvini í vatnskorpuni, at KÍ bjargaði sær lívinum í bestu deildini í ár. Tað megnaði TB hinvegin ikki og má tungu leiðina niður í 1.deild. Hetta ger tað tungt at halda fast í serliga útlendsku spælarunum, sum kosta nógv.

 

Tí hava fleiri søgur verið um, at Ndende og Babacar Ndiour ikki halda fram í TB. Ndende hevur sáttmála fyri komandi ár, meðan Babacar Ndiour ongan sáttmála hevur. Nú ljóðar, at KÍ er eitt av feløgunum, sum er nær við at tryggja sær teir.

 

KÍ hevur stórar trupulleikar í verjuni. Felagið royndi í summar at fáa fleiri spælarar úr Danmark, men einki eydnaðist. Babacar Ndiour hevur spælt í miðverjuni hjá TB í ár, meðan Ndende eisini kann spæla í miðverjuni, sjálvt um hann er miðvallari.

 

KÍ hevur boðað frá, at onkur avtala helst verður kunngjørd á ársveitsluni. Okkurt bendir á, at tað kundi verið Ndende og møguliga Babacar Ndiour, sum báðir koma úr Senegal.