Illa sperdu og sera svongu klaksvíkingarnir hava í kvøld á Argjum vunnið trý stig. Harvið hava teir tikið týdningarmikið og kanska avgerandi fet úr botninum. Í hvussu so er hava teir lagt stórt trýst á TB, sum í morgin skal spæla ímóti B36 í Gundadali.
28. apríl vann KÍ 5-2 á heimavølli ímóti 07Vestur. Síðani hevur KÍ ongantíð vunnið fulla úrtøku. Tað bar fyrst í juni mánað við sær, at venjarin varð skiftur út. Eyðun Klakstein fekk ábyrgdina, og í kvøld hava hann og KÍ fyri fyrstu ferð vunnið fulla úrtøku.
AB hevur vunnið sjey heimadystir á rað, men í kvøld gekk tað ikki. Bill Jacobsen, viðmerkjari hjá Trónda Arge á Rás2, helt í síni niðurstøðu, at kanska var orsøkin til, at tað koppaði KÍ til fyrimunar í tættu uppgerðini, at klaksvíkingar vóru svangari enn heimamenninir.
KÍ venjarin, Eyðun Klakstein, var sera fegin:
-1-0 sigur til okkum í kvøld er ein stórsigur. Vit eru sera fegnir, og eg haldi, at vit eiga at unna okkum at vera fegnir í kvøld, segði ovurfegni KÍ venjarin, meðan KÍ viðhaldsfólkini hildu fram at fegnast og ongan hug høvdu at sleppa rákanum av sigursløtuni, sum teir hava bíðað eftir í 158 dagar!
Álvur F. Christiansen skoraði sigursmálið tíðliga í 2. hálvleiki eftir innlegg úr vinstru.
-Eftir málið royndu vit at steðga teimum frammarlaga, so tað ikki vórðu vandamiklar støður í okkara brotsteigi, og eg haldi, at tað eydnaðist væl. Tað vóru ikki nógvar spentar støður frammanfyri málið hjá Meinhardti Joensen. Men tá ið Sorin Anghel var leysur og setti bóltin við síðuna av málinum, hevði eg kenslu av, at vit høvdu marginalirnar á okkara síðu. Eg vil fegin rósa spælarunum, sum ikki hava givið skarvin yvir, hóast vit ofta hava verið ógvuliga óhepnir, segði Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ.
KÍ venjarin vildi ikki hoyra talan um, at tað nú er greitt, at KÍ aftur næsta ár verður í bestu deildini:
-Vit fegnast um, at vit hava vunnið trý stig í kvøld, og vit ætla okkum at vinna fleiri stig. Men TB hevur eisini møguleika at vinna stig, so einki er avgjørt, staðfesti ovurfegni KÍ venjarin.
Bill Jacobsen helt á Rás2, at talan hevði verið um keðiligan 1. hálvleik, tá ið tað ikki so ofta vóru spentar støður.
-Eftir steðgin fingu vit alt, sum ger at fótbóltsdystir eru góðir. AB pressaði, KÍ svaraði aftur, og bólturin var á tvørtrænum aftanfyri KÍ málverjan. Allir 22 á vøllinum góvu alt, sum teir høvdu í sær, og ákoðararnir vóru í 2. hálvleiki eygnavitni til fínt undirhald, var endaliga viðmerkingin hjá Bill Jacobsen.
AB liðformaðurin Dion Splidt var vónbrotin eftir tapið, sum var tað fyrsta eftir sjey heimasigrar á rað.
-Vit kendu beinanvegin, at vit vóru ikki klárir. Tað var alt ov nógv spark og ov lítið spæl, og vit vóru ikki nóg dugnaligir, tá ið vit fram ímóti dystarenda fingu tveir stórar málmøguleikar, helt Dion Splidt.
AB-KÍ 0-1 (0-0)
Dómari: Lars Múller
0-1: Álvur F. Christiansen 47.
AB: Símun Rógvi Hansen - Jobin Drangastein, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Gert Drangastein (Karstin Højgaard, 82.) - Kári Nielsen, Dmirije Jankovic (Hørður M. Mohr, 69.) , Sorin Anghel - Dion B. Splidt, Ahmed Keita (Mikkjal T. Hentze, 52.), Rógvi Poulsen
Gult kort: eingin
KÍ: Meinhardt Joensen - Gunnar Christiansen (Ísak Simonsen, 66.), Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni - Kristoffur Jakobsen, Hjalgrím Elttør, Ivan Joensen - Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Heðin Klakstein
Gult kort: Ísak Simonsen
Støðan
HB 51
ÍF 43
NSÍ 39
EB/Streymur 38
B36 37
Víkingur 34
AB 28
KÍ 25
TB 22
07Vestur 14
AB og KÍ hava spælt 25 dystir, og hini liðini hava spælt 24 dystir.
Í morgin
ÍF-HB
EB/Streymur-Víkingur
B36-TB
07Vestur-NSÍ
LIÐUGT
0-1!
Øgiligur rómur millum KÍ áskoðararnar!
Eftir frísparksframmlegging sendir innskifti Karstin Højgaard hjá AB bóltin í tvørtræið aftanfyri KÍ málverjan!
3 minuttir lagdir aftrat vanligu leiktíðini!
0-1
90) Páll A. Klettskarð roynir seg úr spískum, men bólturin fer framvið.
89) Hjalgrím Elttør, KÍ liðformaðurin, gevur áskoðarunum í bláu leguni um at stuðla uppaftur meiri, hóast teir hava verið óførir.
87) AB miðverjarnir eru alt oftari frammarlaga á KÍ hálvuni. KÍ verjan heldur høvdið kalt, hóast talan er um spenta støðu. Tað sæst eitt nú í, at miðverjarnir báðir júst nú hava sett væl eydnaða rangstøðufellu fyri Sorin Anghel.
85) Besta verjan er at hava bóltin og harvið at byrgja fyri, at mótstøðuliðið fær bóltin og spælir seg til møguleikar. Tað megna klaksvíkingar ikki heilt, men AB spælararnir eru ikki neyvir, tá ið teir royna at leggja langar sendingar fram til teir fremstu.
83) So ofta fyrr í ár hevur KÍ síðstu løtuna mist leiðsluna, og tí er tað einki at siga til, at tey í bláu leguni ikki eru heilt álvulig við støðuna, hóast teirru eru omaná 1-0.
Gert Drangastein er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Karstin Højgaard. AB spennir álopsbogan!
0-1
80) AB hevur havt sín størsta møguleika higartil. KÍ verjan sá ikki sannførandi út, tá ið Sorin Anghel eftir langa framlegging í vinstru varð einsamallur ímóti Meinhardti Joensen, sum leyp úr málinum, og Sorin setti bóltin skeivu megin stólpan!
78) KÍ brúkar nógva tíð í deyðbóltsstøðum. Ísak Simonsen hevur sæð gula kortið eftir nærdyst.
Tað syngur í, tá ið spælararnir bresta saman. Rógvi Poulsen, Sorin Anghel og Páll A. Klettskarð hava verið smáskaddir.
75) Tað mesta gongur fyri seg á KÍ hálvuni, og tað eru fleiri nær við og næstan støður. At klaksvíkingar liggja aftarlaga, og at heimaliðið flytur fólkið langt fram ber við sær, at Páll A. Klettskarð og hinir álopsrættaðu menninir eru vandamiklir í skjótum mótálopum.
0-1
70) AB roynir at skipa álopsspæl, men tað gongur illa hjá heimaliðnum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. AB hevur hug at flyta fólkið longri fram á vøllin og at leggja størri dent á fótbóltsspælið.
KÍ spælararnir eru øgiliga grammir og skjótir í tann heimamannin, sum roynir at fáa tak á bóltinum.
Hørður M. Mohr er komin inn á AB liðið.
0-1
66) KÍ stríðist fyri lívinum. Ísak Simonsen verður skiftur inn í vinstru, Heðin Klakstein fer í høgru, og Álvur F. Christiansen fer aftur á høgra vongverja.
63) Tað er týðuligt, at KÍ leggur nógv størsta dentin á verjupartin. AB er vandamiklast, tá ið Dion Splidt roynir seg við longum innkastum, men higartil hava klaksvíkingar vunnið teir nærdystirnar.
60) KÍ leggur stóran dent á verjuspælið, og í deyðbóltsstøðum eru Páll A. Klettskarð og allir hinir í egnum brotsteigi.
Mikkjal T. Hentze er komin inn á AB liðið í staðin fyri Keita (55.).
52) 0-1: Álvur F. Christiansen 52.
Eftir innlegg frá Heðini Klakstein úr vinstru er Álvur F. Christiansen fyrstur á bóltinum í málteiginum, og hann stýrir bóltin í málið.
45) HÁLVLEIKUR
0-0
42) AB hevur verið tætt við. Eftir innlegg úr vinstru frá Rógva Poulsen var um reppið, at Dion Splidt skoraði, men bólturin fór omanfyri tvørtræið.
40) Tað er framvegis KÍ, sum roynir at leggja trýst á, men tað gongur framvegis illa at spæla seg til upplagda málmøguleikan. Hetta kemst eisini av, at venjarin heldur nógv fólk aftarlaga á vøllinum.
37) So hevur AB havt góðan møguleika. Eftir innlegg frá Dion Splidt sendi Dmitrije Jankovic úr góðari støðu bóltin upp um málið.
35) KÍ hevur síðstu løtuna verið ágangandi, men stóra málmøguleikan hava teir ikki havt enn.
Trupulleikar hava verið at hoyra Rás2 á 107 (í Klaksvík). Nú ber aftur til at hoyra Rás2 á FM 107.
33) Tað órógvar fótbóltsspælið almikið, at verjurnar báðar hava hug at lyfta bóltin upp um miðvallarspælararnar.
30) KÍ hevur havt fyrsta hornasparkið. Morten Overgaard taklaði bóltin av baklinjuni, tá ið Ivan Joensen royndi seg.
Støðan endar við KÍ frísparki, sum Páll Klettskarð tekur. Klaksvíkingar vilja hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, tí teir halda, at ein í manngarðinum vardi við hondini, men Lars Múller sigur einki.
28) Eftir fína fríspæling frá Rógva Poulsen royndi Dion Splidt seg úr spískum. Bólturin streyk framvið KÍ málinum og endaði við at raka hornaflaggið í handara borðinum!
25) Tað er týðuligt, at tað hjá KÍ í dag fyrst og fremst ræður um at binda um í verjupartinum. Kristoffur Jakobsen og Hjalgrím Elttør eru sera verjukendir. AB hevur torførari enn KÍ at skipa fótbóltsspælið á vøllinum.
0-0
20) Hjá KÍ snýr tað seg nógv um at leggja bóltarnar fram til Páll A. Klettskarð, og so roynir landsliðsspælarin at stýra bóltin út í síðurnar.
0-0
18) Spælarar á báðum liðum eru farnir at hita upp. Sorin Anghel tykist vera darvaður av skaða í lærinum, og Mikkjal T. Hentze hitar upp. Hjá KÍ hita tríggir spælarar upp.
AB hevur havt fýra hornaspørk, meðan klaksvíkingar framvegis eiga fyrsta hornasparkið til góða.
0-0
15) KÍ miðvallararnir eru meiri verjukendir, enn teir ofta hava verið. Kristoffur Jakobsen og Hjalgrím Elttør eru verjukendir, og Ivan Joensen arbeiðir nógv frammanfyri teir báðar.
Tað gongur rættuliga javnt á.
13) AB liðformaðurin Dion Splidt hevur tríggjar ferðir roynt seg við longum innkøstum, ið mestsum eru átøk innleggum upp á hornaspørk, men higartil hava argjamenn ikki fingið nakað burturúr.
10) Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu í Vika. Tað er stilt og turt, og hitin er omanfyri tíggju stig.
Síðstu løtuna hevur talan ikki verið um upplagdar møguleikar.
0-0
8) Bill Jacobsen er viðmerkjari á Rás2, har Tróndur Arge sigur frá. Bill heldur, at alt trýstið er á KÍ, og at einki trýst er á AB.
Rógvi Poulsen hevur havt góða roynd, og niðri við stólparótina bjargaði Meinhardt Joensen til fyrsta horna í dag. Einki spurdist burturúr innlegginum.
0-0
5) KÍ hevur verið á bóltinum mesta partin av tíðini, og Páll A. Klettskarð hevur havt ein hálvan møguleika, men tað er framvegis málleyst.
Besta AB møguleikan hevur Rógvi Poulsen havt eftir sending frá Keita, men Meinhardt Joensen hevði ongar trupulleikar.
1) KÍ hevur givið bóltin upp. Tað eru nógvir áskoðarar á Argjum, og trúgvu KÍ viðhaldsfólkini eru møtt upp í stórum tali.
AB-KÍ kl. 17.00
Dómari: Lars Múller
AB: Símun Rógvi Hansen - Jobin Drangastein, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Gert Drangastein - Kári Nielsen, Dmirije Jankovic, Sorin Anghel - Dion B. Splidt, Ahmed Keita, Rógvi Poulsen
KÍ: Meinhardt Joensen - Gunnar Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni - Kristoffur Jakobsen, Hjalgrím Elttør, Ivan Joensen - Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Heðin Klakstein
Á AB liðnum er einasta broytingin síðani seinast, at Gert Drangastein er vongverji í vinstru í staðin fyri leikbannaða Beinir Ellefsen.
Hjá KÍ eru tað U21 landsliðsspælararnir Ivan Joensen og Heðin Klakstein, sum spæla á sentrala miðvøllinum saman við liðformanninum Hjalgrími Elttør. Heðin og Ivan avloysa leikbannaðu Atla Danielsen og Henry Heinesen.
Spælararnir hava verið á vøllinum og hita upp. Teir fara nú av vøllinum, og niðurteljingin er byrjað til fyrsta dystin í 25. umfari. Tað er møguleiki fyri, at AB um tveir tímar hevur tryggjað sær sessin í fremstu røð í 2014, og at KÍ harvið framvegis skal vera í stórum vanda fyri at flyta niður. Tað er eisini møguleiki fyri, at KÍ skal taka seg nærri at tryggja sær sessin í bestu deildini.