Í dag fór bólturin á rull aftur í kvinnufótbóltinum, sum hevur hildið summarfrí síðani 26. juni.
Meistaraliðið úr Klaksvík er oddalið, og í dag styrkti toppliðið um sína støðu. KÍ var á Sandi og spældi ímóti samansetta liðnum AB/B71, og gestirnir fóru til hús aftur við størsta sigrinum, sum er vunnin av nøkrum liði í ár.
Úrslitið var 14-0 eftir hálvleiksstøðuna 9-0.
Evy á Lakjuni, sum er undir lestri í Danmark, er heima í summarfrí, og hon var toppskjútti við fýra málum, umframt at hon átti upplegg til í hvussu so er trý mál. Rannvá B. Andreasen, sum leingi hevur verið darvað at skaða í fótinum, skoraði tvey mál og átti upplegg til í hvussu so er fýra mál.
Eyðvør Klakstein, sum ikki hevur verið so nógv við í ár orsakað av barnsburði, skoraði eitt mál, og eisini Maria Biskopstø, Victoria á Lakjuni, Sanna Svarvadal, Durita Hummeland, Rutt Gregersen og Jancý Mohr skoraðu, og so var eitt sjálvmál.
Óvæntað var tað, at 07 Vestur á heimavølli vann 2-1 ímóti Víkingi. Eftir lítlari løtu miðskeiðis í fyrra hálvleiki skoraði heimaliðið tvey mál. Málskjúttar vóru Sissal Haraldsen og Bettleyð Ellingsgaard.
Jensa Olsen minkaði um munin miðskeiðis í fyrra hálvleiki. 07 Vestur hevur vunnið tríggjar dystir. Tveir ímóti AB/B71 og so í dag ímóti Víkingi.
EBS/Skála er fremsti avbjóðari hjá KÍ. Í dag átti EBS/Skála heimavøll í Streymnesi ímóti HB, sum noyddist suður aftur við 1-0 tapi. Málið skoraði landsliðsspælarin Lea Lisberg, tá ið tað restaði eitt korter.
Tveir nýggir danskir spælarar vóru á HB liðnum. Annar var 20 ára gamli málverjin Amalie Kristine Jørgensen, og hin var 24 ára gamli verjuspælarin Ida Marie Christensen.
Umfrramt KÍ og EBS/Skála er NSÍ framvegis við í toppinum. Í dag vann NSÍ 3-2 á útivølli ímóti B36. Hálvleiksstøðan var 1-1.
Emma Hansdóttir legði B36 framum, tá ið smáir 20 minuttir vóru farnir. Tá hevði Jacoba Langgaard misnýtt brotsspark fyri B36.
Ein minutt eftir at heimaliðið hevði lagt seg á odda, javnaði Maria Johansen fyri NSÍ til 1-1.
Fyrsta korterið eftir steðgin skoraði Heidi Sevdal tvey mál, og so var støðan 3-1 til NSÍ. Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði Ester Ellingsgaard um munin, so úrslitið varð 3-2 til NSÍ.
Heidi Sevdal er toppskjútti við 16 málum.
KÍ | 12 | 7 | 5 | 0 | 38 | 7 | 26 |
EBS/Skála | 12 | 7 | 3 | 2 | 25 | 11 | 24 |
NSÍ | 12 | 7 | 2 | 3 | 37 | 22 | 23 |
HB | 12 | 5 | 3 | 4 | 29 | 15 | 18 |
Víkingur | 11 | 5 | 2 | 4 | 32 | 17 | 17 |
B36 | 12 | 5 | 1 | 6 | 27 | 27 | 16 |
07 Vestur | 11 | 3 | 0 | 8 | 14 | 33 | 9 |
AB/B71 | 12 | 0 | 0 | 12 | 6 | 76 | 0 |
Leygardagin 14. august
Víkingur – EBS/Skála
NSÍ – 07 Vestur
HB – AB/B71
Sunnudagin 15. august
KÍ – B36