KÍ haltar framvegis

Veðrið er orsøkin til, at fyrsta bríksl undir Mýruhjalla verður klokkan 19 og ikki klokkan 17, sum tað var ætlað

Fjórða umfar í bestu landskappingini er á skrá um vikuskiftið. Fyrsti dysturin er á settur at vera í dag. Hann er á Skála, har uppflytararnir fáa vitjan av trífalda meistaraliðnum úr Klaksvík.

 

Upprunaliga var ásett, at bólturin skuldi fara á rull klokkan 17. Tað er ivaveður, og í fyrsta umfari er gjørt av at útseta dystin til klokkan 19. Tá verður roknað við, at vindurin verður minkaður og at tað harvið vera betri líkindi at spæla.

 

Í fyrsta umfari vann Skála á heimavølli 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Síðani hevur Skála tapt 3-1 í Runavík og 4-1 á heimavølli ímóti B36.

 

Hjá Skála er Teitur Poulsen leikbannaður eftir reyða kortið ímóti B36.

 

KÍ hevur higartil ikki verið sannførandi. Meistararnir skinklaðu av álvara á heimavølli ímóti NSÍ, áðrenn tað við einmansavrikum eydnaðist at venda 0-2 til 3-2 sigur.

 

Jákup N. Vilhelmsen er tøkur eftir leikbann, og Børge Petersen og Silas Gaard eru tøkir aftur eftir skaðasteðg. Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Hallur Hansson eru langtíðarskaddir. Jákup B. Andreasen er um at vera klárur aftur. Tað er tó ivasamt, um hann fer at eiga nakran leiklut í kvøld.

 

Skála – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00