KÍ hevur avgreitt málmanspostin

Málmaðurin Mathias Brinch Rosenørn hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við KÍ

KÍ hevur avgreitt málmanspostin fyri komandi kappingarár. Felagið, sum allarhelst verður FM-vinnari leygarkvøldið, hevur nevniliga longt sáttmálan við danska Mathias Brinch Rosenørn.

 

- Málmaðurin Mathias Brinch Rosenørn hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við KÍ. Mathias sum er uppaldur í Esbjerg FB og kom til KÍ undan kappingarárinum í ár. Hann hevur spælt 18 dystir fyri KÍ í ár og hevur hann staði seg sera væl og tí ynskja vit at leingja samstarvi til og við 2022, skrivar ki.fo.

 

Aðrir, sum hava longt sáttmálan í seinastuni eru Árni Frederiksberg, Jesper Brinck, Deni Pavlovic og Claes Philip Kronberg. Umframt spælarar, so hevur Mikkjal Thomassen longt sáttmálan fram til 2025, meðan Geza Turi heldur fram sum málmansvenjari og Elisabet Vang heldur fram sum kropsligur venjari.

 

KÍ skal leygarkvøldið klokkan 18 spæla móti B36. Fær KÍ stig í dystinum er KÍ endaliga føroyameistari í bestu mansdeildini í 2021.