Klaksvíkingar leingjast eftir at vinna FM, og teir leingjast eftir at vinna steypakappingina. Í báðum førum mugu teir líta aftur um túsund ára skiftið fyri at finna síðstu ferðirnar, at teir stóðu við steypunum. Ikki síðani í 1999 hevur KÍ vunnu FM og steypakappingina.
Seinnapartin skal KÍ í Serpugerði royna at spæla seg í hálvfinaluna. Tann vegurin er trongur, tí mótstøðuliðið er Víkingur, sum bæði í fjør og í fyrraárið vann steypafinaluna.
Hjá KÍ eru allir spælararnir tøkir, meðan Víkingur aftur í dag skal spæla við avloysarum fyri vongverjarnar báðar. Dánjal Pauli Lervig og Bárður Hansen eru framvegis ikki tøkir.
-Vit eru nøgdir við gongdina higartil í ár. Íroknað steypadystin hava vit spælt sjey dystur og vunnið fimm. Víkingur er steypaliðið seinnu árini, og tá ið byrjanin í landskappingini hjá teimum ikki hevur verið so góð, so eru teir sjálvandi uppsettir at spæla seg í Europa í steypakappingini, heldur KÍ venjarin Eyðun Klakstein.
Hvørki hann ella Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen leggja stórvegis týdning í, at úrslitið í landskappingardystinum í Klaksvík fyrr í ár var 1-0 til KÍ.
-Eg haldi, at talan var um javna uppgerð, sum kundi havt endað við javnleiki, heldur Atli Gregersen og leggur aftrat:
-Í Gundadali ímóti HB var leikliga avrikið ikki av tí besta, men kortini vóru vit ikki nøgdir við 2-2. Í Klaksvík spældu vit væl, og tá taptu vit, so nú vóna vit, at tað fer at koppa okkum til fyrimunar. Vit hava upplivað finalurnar og finalusigrar tvey tey seinastu árini, og tann møguleikan vóna vit eisini at hava, tá ið dysturin í dag verður liðugur, sigur Víkinga liðformaðurin.