KÍ skal hava nýggjan høvðusvenjara, eftir at Mikkjal K. Thomassen hevur skift til norska Fredrikstad FK, sum spælir í næstbestu deildini. Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur við In.fo felagið longu hevur fingið fleiri góð boð til nýggjan venjara.
- Umboðsmaður okkara er í holt við at finna boð upp á ein nýggjan venjara, og eg kann siga at tað er stórur áhugi fyri at verða venjari í KÍ, sigur Tummas Lervig.
Hann sigur, at tað ikki er komið óvæntað á at boð eru eftir Mikkjali K. Thomassen frá útlendskum feløgum. Fyri tveimum árum síðani vóru eisini boð eftir honum, men tá valdu partarnir at leingja samstarvið, tí arbeiðið ikki kendist liðugt.
- Uppgávan hjá okkum verður nú at vinna ein pakka, har ítróttarligu málini hjá okkum passa saman við tí fíggjarliga pakkanum. Tað eru fleiri góð boð, men tað passa til KÍ, sigur Tummas Lervig.
Mikkjal K. Thomassen hevur verið venjari hjá KÍ síðani 2015.