info
Ongi úrslit

KÍ hevur vunnið 37 – 0 í sjey dystum

Boris Dosljak takkaði fyri møguleikan at vera millum teir fyrstu ellivu við at skora tvey tey fyrstu málini

Jóannes Hansen
20. juni 2021 kl. 17:38

Málmunurin í 14 dystum er 59 – 4. Tað sigur, at KÍ av álvara hevur undanvind. Í dag vann KÍ í fínum summarveðri 4-0 á heimavølli ímóti ÍF. Hetta var sjeyndi sigurin á rað, og í hesum sjey dystunum er samantaldi málmunurin 37 – 0.

Boris Dosljak var í fyrstu umførunum millum teir fyrstu ellivu. Tað hevur hann ikki verið seinastu ferðirnar. Í dag var hann aftur millum teir fyrstu ellivu, og tað takkaði hann fyri við at skora tvey tey fyrstu málini.

Tveir minuttir undan steðginum og eftir horna úr vinstru og aftur og fram og so kontra frá Heina Vatnsdal stakk bólturin til Boris Dosljak, sum úr spískum í vinstru setti bóltin í handara síðunetið.

Og stórt korter eftir steðgin var Boris aftur upp á spæl, tá ið hann við høvdinum og úr vinstru stýrdi bóltin í handara síðunetið eftir innlegg úr høgru frá Árna Frederiksberg.

20 minuttir undan leikloki varð 3-0. Jákup B. Andreasen átti innleggið úr vinstru, og mitt fyri málinum tamdi Bob Sumareh bóltin, áðrenn hann fluktaði bóltin upp í nettakið. Hetta var tíggjunda málið hjá Bob Sumareh, sum nú er toppskjútti hjá klaksvíkingum.

Innskifti Jesper Brinck átti innleggið úr høgru, tá ið framrættaði miðvallarin Claes Philip Kronberg sjey minuttir undan steðginum staðfesti 4-0 sigurin.

Fuglfirðingar tóktust ikki vera heilt misnøgdir við uppgerðina, sum tað ivaleyst vóru fleiri, ið stúrdu fyri, nú teir saknaðu fleiri av lyklaspælarunum, og mótstøðuliðið var suverena toppliðið. Síðstu løtuna vóru tveir blaðungir fuglfirðingar fyri fyrstu ferð á besta liðnum. Annar var 16 ára gamli Jóhann J. Højbro, og hin var 16 ára gamli Markus á Lakjuni.

-Vit megnaðu væl í fyrra hálvleiki at varðveita skipað verjuspæl. Tíverri eydnaðist tað teimum eftir horna at fáa hol á, tá ið tað restaðu tveir minuttir av fyrra hálvleiki. Vit vóru vónbrotnir, og í steðginum savnaðu vit okkum. Teir trýstu okkum nógv, og teir skoraðu trý mál aftrat, men yvirhøvur eru vit nøgdir við hugburðin og avrikið, sigur vongverjin í vinstru hjá ÍF Ólavur Niclasen.

KÍ miðvallarin og liðformaðurin Jákup B. Andreasen er nøgdur við úrslitið, men hann er ikki nøgdur við avrikið hjá KÍ fyrstu stóru løtuna av fyrra hálvleiki.

-ÍF eigur stórt rós fyri, at tað eydnaðist fuglfirðingum at rigga so væl fyrstu stóru løtuna, eisini tá ið havt verður í huga, at talan var um lið, sum saknaði fleiri av profilunum. Í fótbólti gongur tað ikki altíð, sum tú ætlar. Tá ræður um at vísa rætta hugburðin og at arbeiða seg úr støðuni, sum tú ert misnøgdur við. Tað gjørdu vit, og eg eri fegin um, at tað eydnaðist undan steðginum at fáa hol á. Og í seinna hálvleiki riggaði spælið væl betur, enn tað gjørdi í fyrra hálvleiki. Tá spældu vit okkum til fleiri møguleikar, og tá skoraðu vit trý mál og vunnu tryggan sigur, sigur Jákup B. Andreasen.

 

KÍ – ÍF 4-0 (1-0)

1-0: Boris Dosljak 43.

2-0: Boris Dosljak 62.

3-0: Bob Sumareh 70.

4-0: Claes Philip Kronberg 82.

Dómari: Bjarki Danielsen

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal (Børge Petersen, 73.), Lars Daniel Bjørkman – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic (Ivar Sollie Rønning, 40.), Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak – Claes Philip Kronberg, Bob Sumareh (Jesper Brinck, 77.)

Gult kort: eingin

Venjari: Mikkjal K. Thomassen

ÍF: Martin Danielsen – Elias J. Lervig, Tóri Nolsøe Olsen, Steinbjørn Olsen, Ólavur Niclasen – Pól Jákup Lundsbjerg (Gunnar Christiansen, 69.), Emil Weihe Joensen, Ari Ó. Ellingsgaard (Jóhann J. Højbro, 80.), Hans Jákup J. Lervig (Markus á Lakjuni, 91.) – Gundur E. Petersen, Filip Djordjevic

Gult kort: eingin

Venjari: Ólavur Larsen

KÍ 14 13 1 0 59 4 40
Víkingur 13 8 4 1 30 12 28
HB 13 8 3 2 37 9 27
NSÍ 14 7 4 4 26 20 24
B36 13 6 5 2 26 14 23
EB/Streymur 13 3 3 7 12 24 12
ÍF 13 3 2 8 15 37 11
07 Vestur 13 3 2 8 15 43 11
B68 13 1 3 9 16 39 6
TB 13 0 2 11 6 40 2

 

15. umfar

Fríggjadagin 25. juni

ÍF – Víkingur

B36 – KÍ

Leygardagin 26. juni

07 Vestur – NSÍ

TB – EB/Streymur

Týsdagin 29. juni

B68 - HB

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Skuru tapti í Västerås

3 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

4 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

4 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

5 tímar síðan
Tíðindi

Kanningar á val­støð­um: Eing­in greið­ur vinn­ari í Ísrael

5 tímar síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti greitt fyri Rumenia

6 tímar síðan
Tíðindi

Ísrael noktar at leingja atkvøðugreiðsluna

6 tímar síðan
Fótbóltur

Dysturin B68-NSÍ byrjar longu klokkan 14 leygardagin

7 tímar síðan
Tíðindi

Lavrov: Einki nýtt kom burtur úr samrøðuni við Putin

7 tímar síðan