KÍ hølvaði besta liðið í Norðurlondum av

KÍ fer av heimavøllinum við røttum ryggi, men talan er um vónbrot í Klaksvík, hóast avrikið í kvøld var so framúr, at tað endaði við 3-1 sigri ímóti norsku meistarunum

KÍ var aftanfyri 3-0, tá ið rumenski dómarin bríkslaði fyri fyrstu ferð í góðveðrinum í Klaksvík í kvøld.

 

Tí kendist tað soleiðis, at talan fór at verða um avgreiðsluspurning hjá Bodø/Glimt. Soleiðis tørnaði tað ikki út. Nú rumenski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, vísir máltalvan 3-1. Tað vil siga, at samlaða fasittið er, at Bodø/Glimt hevur vunnið seg víðari í kappingini við samantaldum 4-3 sigri.

 

Hjá KÍ at vinna 3-1 á heimavølli ímóti norska meistaraliðnum og besta liðnum í Norðurlondum er eitt heilt framúr avrik og úrslit. Tað boðar frá, at KÍ í sínum fyrsta dysti í europeisku meistarakappingini á heimavøllinum á Eiðinum í Klaksvík megnaði tað, ið tað mundu vera fá, sum høvdu roknað við, tá ið dysturin í Bodø fyri einari viku síðani varð havdur í huga.

 

KÍ spældi frá fyrsta bríksli fyri at vinna og fyri at skora fleiri mál soleiðis, at spenningur varð um samlaða úrslitið, og tað riggaði væl. Bæði tí klaksvíkingar vóru ógvuliga væl fyrireikaðir, raskir og ágangandi, og eisini tí Bodø/Glimt ikki kendist taka uppgávuna í tí álvara, sum altíð skal til. Eisini tá ið tað er norska meistaraliðið, sum vitjar í Klaksvík.

 

Mads Bo Mikkelsen legði við handara stólpa KÍ á odda í 12. minutti við fínum fluktara og eftir sending úr høgru frá Claes Philip Kronberg, og í 20. minutti var tað KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen, sum økti um leiðsluna til 2-0. Nú var tað Jóannes Bjartalíð, sum átti innleggið. Hann legði innfyri við horna úr høgru, bólturin fór aftur til Jóannes, sum royndi seg við nýggjum innleggi, og so fluktaði Jákup  til 2-0.

 

KÍ hevði umframt tey bæði málini fleiri stórar møguleikar í fyrra hálvleiki, og klaksvíkingar vóru frustreraðir, tí dómarin ikki bríkslaði fyri brotssparki, tá ið bólturin í gestabrotsteiginum rakti í hondina á einum av gestunum.

 

Stórlætna og lítið uppsetta Bodø/Glimt var nógv á bóltinum síðsta korterið undan steðginum og eisini fyrstu minuttirnar eftir steðgin. Men spenningurin lúrdi framvegis, og áskoðararnir vóru við, og møguleikin fyri, at KÍ kundi skorað og harvið samantalt javnað til 3-3 var ikki langt burtur.

 

So var tað, at rumenski dómarin sá út til at taka alla luftina úr klaksvíkingum, tá ið hann bríkslaði fyri brotssparki, tí hann helt, eftir at norðmenninir høvdu veipað við armunum og rópt, at bólturin hevði tikið meiri í armin á heimamanni, enn talan var um í fyrra hálvleiki, tá ið ein av gestunum í nett sama stað fekk bóltin í armin.

 

Klaksvíkingar góvu ikki skarvin yvir. Seks minuttir undan leikloki stýrdi Jákup B. Andreasen við nærra stópla bóltin í málið eftir horna úr vinstru frá Jóannesi Bjartalíð, og so spenti KÍ álopsbogan í botn. Norðmenninir vóru illa sperdir, talan var um nógvar spentar støður í Bodø brotsteiginum, har tað støðugt vóru nógvir klaksvíkingar, og bólturin var einaferð í málinum, men tá bríkslaði dómarin fyri rangstøðu.

 

Í evstu løtu var aftur um reppið, at KÍ økti um munin til 4-1, men Páll A. Klettskarð sendi við høvdinum bóltin dygst omanfyri málið.

 

Áskoðararnir fagna KÍ, og spælararnir takka fyri, nú teir hava vunnið 3-1 ímóti besta liðnum í Norðurlondum. Men kenslan er stórt vónbrot um, at tað ikki eydnaðist at varpa Bodø/Glimt úr kappingini.

 

Nú fer KÍ at royna seg í Europa Conference League, og avrikið og úrslitið í kvøld leggja upp til, at tað kann fara at ganga væl – heilt væl.

 

 

 

KÍ – Bodø/Glimt 3-1 (2-0)

 

1-0: Mads Bo Mikkelsen 12.

 

2-0: Jákup B. Andreasen 20.

 

2-1: Victor Boniface br 56.

 

3-1: Jákup B. Andreasen 85.

 

Bodø/Glimt samantaldur vinnari við 4-3

 

Dómarabólkur úr Rumenia: Horatiu Fesnic, Valentin Avram, Alexandru Cere og Andrei Chivulete (4. dómari)

 

KÍ: Mathias Rosenørn – René Shaki Joensen, Jesper Brinck, Heini Vatnsdal, Deni Pavlovic, Patrick Da Silva – Claes Philip Kronberg (Anders Sølvsten Holvad, 76.), Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð

 

Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Géza Dávid Turi, Dmytro Lytvyn, Árni Frederiksberg, Jóannes K. Danielsen, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Odmar Færø

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen (leikbannaður í kvøld)

 

Hjálparvenjarar: Sjúrður Jacobsen, Agnar Prestá

 

Bodø/Glimt: Haikin - Sampsted, Amundsen, Høibråten, Wembangomo - Vetlesen, Hagen, Saltnes - Koomson, Boniface, Mvuka