KÍ hongur longu í luftini

Meðan menninir stríddust fyri at fóta sær á Balkan, styrktu kvinnurnar um oddasessin við sigri í Gundadali

Hvussu tað verður hjá KÍ monnunum í Europa tað, sum er eftir av hesum mánaðinum og kanska út á heystið, verður avgjørt næstu vikurnar. Í kvøld tapti KÍ 3-2 í Kosovo. Returdysturin verður á Tórsvølli hóskvøldið í næstu viku – 11. august – og um klaksvíkingar tá fara at vinna við einum máli, so verður longd leiktíð. Um tað eftir longda leiktíð framvegis verður soleiðis, at KÍ verður frammanfyri við einum máli, so verður luttøkan í síðsta umfari undan bólkaspælinum avgjørd í brotssparkskapping.

 

Um KÍ hóskvøldið fer at vinna við meiri enn einum máli, fer KÍ at halda fram í kappingini. Um tað endar við javnleiki, ella um Ballkani vinnur, so fer felagið úr Kosovo at halda fram í kappingini.

 

Tað er greitt, at stýrimaðurin í verjuni Odmar Færø verður leikbannaður hóskvøldið, eftir at hann tveir minuttir undan leikloki í kvøld sá beinleiðis reytt kort. Deni Pavlovic og Jákup B. Andreasen sóu gula kortið í kvøld. Tá kontan vísir trý gul kort, ber tað leikbann við sær. Deni Pavlovic hevur sæð gula kortið tvær ferðir.

 

Lítla løtu eftir dystarlok í kvøld fór KÍ ferðalagið á flog úr Kosovo í leiguflogfari. Klokkan fýra í nátt fer flogfarið at lenda í Kastrup, og klaksvíkingar fara úr aftur Kastrup við flogfari hjá Atlantsflogi so mikið tíðliga, at teir eftir ætlan fara at lenda í Vágum umleið klokkan 07.45.

 

Um vikuskiftið verður umfar í landskappingini. KÍ og B36 hava frí frá landskappingini, so teirra fokus verður fult og heilt á Europa Conference League, har B36 eigur heimavøll týskvøldið, og KÍ eigur heimavøll hóskvøldið.

 

Meðan KÍ menninir í kvøld stríddust í Kosovo, vóru KÍ kvinnurnar í Gundadali. Har spældu tær toppdyst ímóti HB. KÍ vann 1-0. Málið skoraði miðverjin og landsliðsspælarin Birita Ryan, tá ið tað restaðu 17 minuttir. Uppleggið átti ein annar landsliðsspælari – miðvallarin og liðformaðurin Sanna Svarvadal.

 

Úrslitið í Gundadali í kvøld ber við sær, at KÍ kvinnurnar av álvara eru á FM kós. Tær hava 33 stig fyri 14 dystir, HB er næstfremst við 25 stigum fyri 13 dystir, og EBS/Skála er á triðja plássi við 23 stigum fyri 12 dystir.

 

Um vikuskiftið verður spælt soleiðis í kvinnukappingini:

 

Leygardagin 6. august: 07 Vestur – B36

 

Sunnudagin 7. august: HB – EBS/Skála og TB/FCS/Royn - NSÍ