KÍ ikki vunnið á stevnuni í 13 ár

ÍF er á veg til Klaksvíkar uttan veteranin í miðverjuni Bartal Eliasen

Leikliga er KÍ við at koma fyri seg. Hóast avrikini ikki hava verið sannførandi, so hevur tað eydnast at vinna fulla úrtøku í øllum heimadystunum uttan einum, og síðsta sunnudag eydnaðist tað við góðum avriki at vinna fyrsta sigurin á útivølli í ár.

Á norðoyastevnu plagar KÍ ikki at standa seg so væl, verður ofta tikið til, og tølini stuðla útsøgnini. KÍ hevur ikki vunnið á heimavølli á norðoyastevnu síðani í 2002 (3-1 á EB/Streymi)! Men tá skal havast í huga, at eitt árið var KÍ í næstbestu deildini, og onnur ár varð ikki spælt í landskappingini á norðoyastevnu, tí landsdystir í fótbólti vóru á skránni.

Í fjør tapti KÍ 4-2 ímóti Víkingi, og í fyrraárið vann B36 2-0 á norðoyastevnu.

 

Felags fyri bæði KÍ og ÍF er tað, at liðini síðsta vikuskifti vunnu fulla úrtøku:

-Vit spældu væl í Fuglafirði, tá vit taptu 3-1. Í 4-0 sigrinum á Argjum fyri einari viku síðani vóru vit dugnaligir at spæla okkum úr trongum støðum, og vit vóru stinnir í deyðbóltsstøðum. Tað er hugaligt, at Heðin Klakstein og Jóannes Bjartalíð eru so eyðsýndir og nú eru heilt avgerandi, heldur KÍ venjarin Mikkjal Thomssen, sum vónar, at tað framvegis verður framgongd í spælinum og á stigatalvuni.

Hjá KÍ er Henry Heinesen, sum seinastu ferðirnar hevur verið eyðsýndur á høgra vongverja, burturstaddur. Sørmundur Kalsø er tøkur aftur eftir skaðasteðg, og Jákup B. Andreasen er tøkur aftur eftir leikbann.

 

ÍF miðvallarin Karl Løkin sigur seg hava gott mót, nú hann og liðfelagarnir eru á veg til Klaksvíkar:

-Hugburðurin hjá okkum var góður í 2-0 sigrinum ímóti TB. Tað varð ov tepurt hjá okkum, tá vit ikki skoraðu seinna málið fyrrenn í síðstu løtu, tí vit høvdu fleiri stórar møguleikar. Vit hava vunnið fyrr í ár á KÍ, men ta ferðina spældi KÍ væl. KÍ er seks stig frammanfyri okkum, so tað er neyðugt at vinna trý stig ímóti teimum, um vit skulu vinna okkum inn á fimta plássið.

Bartal Eliasen er leikbannaður. Tað kann bera við sær, at Karl Løkin í dag verður miðverji. Tað fer at kosta á miðvøllinum, har Frank Poulsen eisini er leikbannaður.