KÍ kvinnurnar fáa danskan venjara

Besta kvinnuliðið hjá KÍ fær danskan venjara næsta kappingarár. Sáttmáli er gjørdur við Kristoffer Kvistgaard næstu tvey árini, skrivar KÍ á heimasíðuni

Nú er greitt, hvør skal venja besta kvinnuliðið hjá KÍ. Tað verður danin, Kristoffer Kvistgaard, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá fremsta kvinnuliðnum hjá AaB. AaB kvinnurnar eru farnar ósigraðar gjøgnum hetta kappingarárið og hava harvið vunnið fyrstu deild.

 

Nógvar ymsar royndir

 

Kristoffer Kvistgaard er 32 ára gamal, seinasta árið hevur hann verið ítróttarstjóri í AaB og vant besta kvinnuliðið hjá teimum. Harafturat hevur hann verið hjálparvenjari í Liga liðnum Kolding Q, sum í dag eitur Kolding IF. Kristoffer Kvistgaard hevur eisini verið úrvalsvenjari í FC Midtjylland, og hann hevur vant úrvalsgentur í Vildbjerg SF. Hartil hevur hann BA í ítróttarleiðslu, og hann hevur UEFA A venjaraprógv.

 

Hann var høvuðsungdómsvenjari hjá MB kappingarárið 2020, og tí kennir hann nakað til føroyskan fótbólt og veit, at KÍ er eitt sigursvant felag – serliga á kvinnusíðuni.

 

- Eg kenni KÍ, sum eitt framúr felag í stórari framgongd, sum eg gleði meg til at vera ein partur av, sigur nýggi venjarin hjá KÍ kvinnunum, Kristoffer Kvistgaard.

 

Aðrar venjarauppgávur

 

Umframt at vera venjari hjá kvinnunum verður Kristoffer Kvistgaard eisini partur av venjaratoyminum, sum tekur sær av morgunvenjingunum á Akademinum, og so fær hann eisini aðrar venjarauppgávur.

 

- Hvørjar hesar uppgávur eru, avdúka vit í næstu viku, sigur Jonas Nielsen, Akademistjóri, sum gleðir seg til samstarvið.

 

Hann tekur við eftir Jens C. Wedeborg, sum bleiv valdur til ársins venjara. Kvinnurnar hjá KÍ vunnu greipuna.