Norski UEFA-stjórnarlimurin, Karen Espelund vitjar í Føroyum í hesum døgum í samband við aðalfundin hjá FSF.
Áðrenn Christian Andreasen, FSF forseti byrjaði ársfrágreiðingina hjá sær, helt Karen Espelund eina røðu.
Karen Espelund hevði nógv góð orð at bera tí føroyska leiklutinum í UEFA, men hon hevði ein konstruktivan kritikk: - Kvinnurnar hjá Klaksvík (KÍ red.) mugu fáa meira mótstøðu í framtíðini. Tað skal ikki henda við, at KÍ fer niður í støði, men við, at hini kvinnuliðini hækka sítt støðið.
Karen Espelund nam eisini við ta skeiklaðu fíggjarligu støðuna í norskum fótbólti, har nógvur peningur er endaður í lummunum hjá nøkrum fáum einstaklingum, samstundis sum tey norsku feløgini stríðast við ein vánaligan búskap.
Við at trýsta á PÍLIN undir myndini av Karen Espelund ber tað til at hoyra ta 18 minuttirs longu røðuna, sum hon helt á Hotel Hafnia tíðliga seinnapartin.