KÍ legði bragdliga fyri

1. DEILD: Eftir trý tap á rað vunnu klaksvíkingar í kvøld á heimavølli ímóti B36

Tríggjar tær seinastu ferðirnar hava teir næstbestu hjá KÍ tapt. Tapini hava verið ímóti trimum av teimum fýra, sum hava møguleika at flyta upp – Undrið FF, ÍF og TB.

 

Í kvøld var fyrsti dystur í 8. umfari. B36, sum er næstniðast við 6 stigum, fór úr Klaksvík við 3-1 tapi. Sigurin ber við sær, at KÍ hevur 13 stig og er á triðja plássi, áðrenn fýra dystir verða í morgin.

 

Millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ vóru ukreinski miðverjin Dmytro Lytvyn og letlendski álopsspælarin Valerijs Sabala, sum í kvøld fyri fyrstu ferð var á næstbesta liðnum. Frammanundan hevur hann verðir seks ferðir á besta liðnum, har hann hevur skorað eitt mál.

 

Í kvøld var tað Valerijs Sabala, sum við høvdinum legði KÍ framum, tá ið 20 minuttir vóru farnir og eftir at Silas Gaard við horna legði innfyri úr høgru.

 

Miðvallarin Jóhan Waag Høgnesen økti um leiðsluna við skoti mitt fyri og úr stuttari fjarstøðu, eftir at innlegg varð lagt úr høgru og Olaf Hansen aftanfyri handara stólpa við høvdinum legði bóltin aftur í brotsteigin.

 

Innskifti Ari Mine Jacobsen økti um leiðsluna til 3-0, tá ið eitt stórt korter var eftir. Hann stýrdi bóltin í málið við høvdinum, eftir at Kristoffur Jakobsen legði innfyri úr vinstru við hornasparki.

 

B36 pyntaði um til 3-1, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Eftir horna úr vinstru bríkslaði dómarin fyri brotssparki, sum Rani Berg í Soylu umsetti til mál.

 

Mikudagin fær B36 vitjan av teimum næstbestu hjá 07 Vestur, og leygardagin um eina viku fær KÍ vitjan av B71.

 

 

 

KÍ – B36 3-1 (2-0)

 

1-0: Valerijs Sabala 20.

 

2-0: Jóhan Waag Høgnesen 26.

 

3-0: Ari Mine Jacobsen 73.

 

3-1: Rani Berg í Soylu br 86

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

-

 

ÍF761019319
TB750213715
8413241313
B71733111512
Undrið FF73228611
Víkingur7313151310
HB730411169
NSÍ72148237
B3682069226
07 Vestur70166161

 

-

 

Í morgin eru fýra dystir í næstbestu deildini:

 

ÍF – 07 Vestur: Rani A. Skaalum kl. 13.30

 

NSÍ – Víkingur: Kristian Gunnar Joensen kl. 20.00

 

Undrið FF – HB: Áki Leitisstein Hansen kl. 15.00

 

TB – B71: Petur Reinert kl. 16.15