Allir norðoyingar kunnu aftur ganga við lyftum høvdi í kvøld. KÍ megnaði aftur javnleik 0-0 á heimavølli í Champions League undankappingini. Hesaferð móti svenska meistaraliðnum, BK Häcken.
Tá 73 minuttir vóru farnir hevði Claes Kronberg ein stóran málmøguleika, tá hann var leysur við málverjanum hjá Häcken, men tíverri tók Claes ikki av málmøguleikanum.
Í seinna hálvleiki var KÍ avgjørt nærri sigrinum enn Häcken.
Häcken hevði bóltin 66 prosent av tíðini, men KÍ arbeiddi hart í verjupartinum allan dystin, og teir megnaðu at halda svensku meistarunum frá tí mesta. Tó fall onkur málmøguleiki til Ibrahim Sadiq hjá Häcken, ið lukkutíð ikki tók av møguleikanum.
Returdystur verður í Göteborg mikukvøldið í komandi viku, har Häcken aftur verður favorittur. Men í kvøld vóru teir svensku meistararnir ikki ræðandi.