KÍ og HB koppaðu øllum á høvdið

Kvinnur: Steypafinalan verður millum føroyameistararnar í KÍ og HB, sum bæði vóru aftanfyri, tá ið tað varð farið undir seinnu hálvfinalurnar

Stóri steypadagurin verður leygardagin 29. oktober. Tá vera steypafinalurnar bæði hjá kvinnum og monnum. Í dag er tað staðfest, at kvinnufinalan verður millum KÍ og HB. Mikukvøldið vera seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum. Tá fer KÍ at spæla ímóti 07 Vestur, og HB fer at spæla ímóti Víkingi.

 

KÍ legði ógvuliga bragdliga fyri í Runavík. NSÍ vann fyrru hálvfinaluna í Klaksvík 1-0. Í dag var KÍ á odda 2-0, tá ið eitt stórt korter var farið. Í báðum førum var Jórun Patawary sera eyðsýnd. Hon átti gjøgnumbrotið og innleggið úr høgru, tá ið Durita Hummeland skoraði, og Jórun átti langskotið, tá ið bólturin støkk uppum málverjan, og Tóra Mohr stýrdi bóltin síðsta lítla teinin inn um strikuna.

 

Størsta partin av tíðini vóru KÍ spælararnir væl meiri tendraðir enn tær á heimaliðnum, og tá ið stórur hálvur tími var farin, økti KÍ um munin til 3-0. Bólttryggi miðvallarin legði snilt upp til Duritu Hummeland, sum úr vinstru skoraði. Harvið var Durita Hummeland tvímálaskjútti. Hon var undan dystarbyrjan kosin at vera besti spælarin í september.

 

Tá ið vanliga leiktíðin var farin, minkaði NSÍ um munin, og so var samantalt 3-2 og heilt spennandi. Málskjútti var Jonnhild Sondum. NSÍ var í einari góðari støðu samantalt at javna til 3-3, men bólturin varð sendur væl omanfyri málið, og so vann KÍ 3-1 og tryggjaði sær pláss í finaluni, sum NSÍ í fjør vann 4-2 ímóti HB.

 

Í Gundadali var tað neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at HB hevði tryggjað sær pláss í steypafinaluni. EBS/Skála vann 2-0 á heimavølli, og tá ið vanliga leiktíðin var farin í dag, var støðan 2-0 til HB, og tí var tað neyðugt við longdari leiktíð.

 

EBS/Skála helt tørn um málleysan javnleik, inntil tað restaðu 20 minuttir. Tá var tað Rebekka Fjallsá Benbakoura, sum skoraði eftir upplegg frá Teresu Jacobsen. Átta minuttir undan leikloki var tað Fríða Magnusardóttir Jakobsen, sum økti um munin til 2-0. Tá var tað Lív Rúnadóttir, sum átti uppleggið.

 

Í longdu leiktíðini var tað heilt spennandi. Rebekka Fjallsá Benbakoura økti um munin til 3-0, men EBS/Skála svaraði aftur, tá ið Sarita Petersen minkaði um munin til 3-1 og so var samantalt 3-3.

 

Tveir minuttir undan leikloki skoraði Lív Rúnadóttir til 4-1, og so var tað greitt, at HB fer at spæla finalu ímóti KÍ.