KÍ og Lille verður at síggja á Skarv

Conference League fótbóltsuppgerðin í kvøld millum KÍ og Lille verður at síggja beinleiðis av Tórsvølli á føroyska spæli- og skeinkistaðnum í Keypmannahavn. Loyalar KÍ-legendir vitja Skarv.

Conference League fótbóltsuppgerðin í kvøld millum KÍ og Lille verður at síggja beinleiðis av Tórsvølli á føroyska spæli- og skeinkistaðnum í Keypmannahavn, Skarv.

 

Hesin heimadystur hjá KÍ í Gundadali verður spennandi við sterkastu mótstøðu úr bólki A, Lille úr Frankaríki.

 

Á Pilestræde 43 byrjar dysturin klokkan 18:45 danska tíð við fornemmari vitjan. Loyalar KÍ-legendir vitja Skarvin: Olgar Danielsen, Benros Dahl, Knút Nielsen og Bammi. Hettar fortelur promotarin á Skarv. Olgar var tann fyrsti føroyingurin, sum skoraði í altjóða fótbólti og hann gjørdi eisini hattrik onkran dystin. Systkinabarn hansara er teknikari á Skarv, Finnbjørn Av Teigum.

 

Dyrnar lata upp klokkan 17:45 danska tíð og frásøgumenn í sjónvarpinum eru danir.