KÍ og Víkingur eiga teir flestu

Sannførandi sigrarnir hjá KÍ og Víkingi síggjast aftur á liðnum hesaferð, sum eisini er mannað við tveimum 07 Vestur spælarum

9. umfar er av, og støðutalvan eftir fyrsta triðing av kappingini sigur, at KÍ er greitt topplið.

 

HB hongur væl í, meðan NSÍ leygarkvøldið klossaði á heimavølli ímóti 07 Vestur, sum javnaði til 1-1 í næstsíðsta minutti.

 

Tá ið havt verður í huga, hvussu hugflogsríkt NSÍ spælið var í fjør, so er tað skjótt at staðfesta, at higartil í ár hevur tað ofta verið heilt øðrvísi, og soleiðis var tað leygarkvøldið. Álopsspælið riggaði illa, men NSÍ hevði fleiri møguleikar og royndir enn 07 Vestur. At tað ikki eydnaðist at økja um leiðsluna, áðrenn gestirnir fram ímóti dystarenda svaraðu aftur, komst av, at Silas Eyðsteinsson var tryggur í vágamálinum.

 

Fyrstu nógvu umførini kendist tað ofta vera heilt skeivt upp á bein hjá Dann Fróðason, sum í fjør var ársins spælari hjá 07 Vestur. Leygarkvøldið var hann aftur í rætta lagnum í Runavík, og teir báðir 07 Vestur spælararnir – málverjin og miðverjin – manna liðið saman við fimm KÍ spælarum og fýra víkingum.

 

Odmar Færø og Gunnar Vatnhamar manna hinar báðar verjuódnirnar.

 

35 ára gamli Sølvi Vatnhamar og 19 ára gamli Géza David Turi rigga væl í maskinrúminum hjá Víkingi, sum av álvara setti grannarnar upp á pláss. ÍF noyddist inn um aftur Eiðið við 5-1 tapi.

 

Klaksvíkingar hava vunnið allar dystirnar uttan tann í Klaksvík ímóti HB, sum endaði 2-2. Burtursæð frá 2-1 sigrinum í Sarpugerði, tá ið sigursmálið varð skorað í síðstu løtu, hevur talan verið um sannførandi sigrar.

 

4-0 heimasigurin í gjár var tann størsti ímóti B36 síðani 9. mai 1971, tá ið KÍ vann 7-0. Tað vóru altso nett 50 ár millum hesar báðar stórsigrarnar ímóti B36. Aftur í gjár var Jóannes K. Danielsen heilt væl upplagdur í høgru. Tað tykist sum um, at hann er mest sum sjálvskrivaður á liðnum eftir hvørt umfar.

 

Í hinum borðinum er Claes Kronberg, sum var sannførandi á KÍ miðvøllinum, tá ið KÍ av álvara setti B36 undir øgililgt trýst.

 

Bob Sumareh hevur ikki enn verið á vøllinum nakran dyst á tamb. Í gjár varð hann skiftur út, tá ið tað restaði eitt korter. Hann var eyðsýndur og er settur í høgru í álopi mannað við trimum spælarum. Í hinum borðinum er liðfelagi hansara í KÍ Jonn Johannesen. Tað er hann, hóast hann ikki var millum teir fyrstu ellivu. Hann varð skiftur inn, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, og leiklutur hansara varð heilt avgerandi. Hann skoraði fyrsta málið, og hann var við í uppspælinum til fleiri av hinum málunum.

 

Fremsti maður er Andreas Lava Olsen. Eftir níggju umfør er hann einsamallur á máltindinum við níggju málum. Í gjár skoraði hann tvey tey fyrstu í 5-1 víkingasigrinum ímóti ÍF,og í báðum førum var talan um mál, sum álopsspælari við góðum máltevi og stórum sjálvsáliti syrgdi fyri. Tað fyrra, tá ið hann eftir framlegging úr høgru lobbaði upp um málverjan, og tað seinna, tá ið hann av bortsteigarsamankomingini í høgru fluktaði bóltin umvegis handara stólpa og í málið. Eitt flott mál, og tað hevði ikki verið óvæntað, um landsliðsboð aftur vera eftir Lavamanninum.

 

Eftir at hava samskift við heimildarfólk kring landið er hetta okkara boð upp á liðið eftir 9. umfar:

 

3-4-3: Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur – Dann Fróðason, 07 Vestur, Odmar Færø, KÍ, Gunnar Vatnhamar, Víkingur – Jóannes K. Danielsen, KÍ, Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Géza David Turi, Claes Kronberg, KÍ  – Bob Sumareh, KÍ, Andreas Lava Olsen, Víkingur, Jonn Johannesen, KÍ

 

Hósdagin verður Kristi himmalfarsdagur. Tá verður 10. umfar: EB/Streymur – HB, ÍF – B36, B68 -Víkingur, 07 Vestur – KÍ og TB – NSÍ. Fríggjamorgunin seta vit nýtt lið.