Seinastu 8 vikurnar hevur verið arbeitt við at gera økið innast á Oyrunum klárt til Bakkafrost, sum skal gera stórar aliringar á økinum, skrivar Vágs Kommuna á síni heimasíðu.
Økið á Oyrunum, sum nú er gjørt klárt, er umleið 10.000 fermetrar til støddar. Hesar 8 vikurnar eru umleið 20.000 rúmmetrar av gróti førdir á sjógv. Hamarin inni við bergið er burtursprongdur, og økið er eisini planerað og trumlað.
Aliringarnir eru 200 m. í ummát og 63 m. í tvørmát, og arbeiðið við at gera aliringarnar er farið ígongd.