KÍ saknar tveir landsliðsspælarar

Heldur ikki KÍ toppskjúttin er á vøllinum frá fyrsta bríksli ímóti 07 Vestur

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Klaksvík, har 07 Vestur er gestur. Vágamenn hava havt so nógvan undanvind seinastu ferðirnar, at teir halda seg hava møguleika at vinna stig vestur aftur við sær.

 

Hjá KÍ er tað merkisvert, at tríggir av lyklaspælarunum ikki eru á liðnum í dag.

 

Heini Vatnsdal var á landsliðnum allan dystin á tamb, tá ið Føroyar vunnu 2-1 ímóti Moldova, og hann var síðsta korterið á vøllinum, tá ið Føroyar taptu 1-0 ímóti Danmar. Tá ið KÍ síðsta sunnudag vann 5-0 á útivølli ímóti B68, var Heini Vatnsdal ikki á vøllinum. Tá var hann á beinkinum alla tíðina. Í dag er hann ikki á listanum, tí hann er so mikið skaddur, at hann ikki er førur fyri at spæla.

 

KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen er á beinkinum, og tað er KÍ toppskjúttin Bob Sumareh eisini. Teir eru darvaðir av skaðum.

 

Hjá 07 Vestur er Martin Tausen, sum oftast hevur verið millum teir fyrstu ellivu, á bonkinum.

 

 

 

KÍ – 07 Vestur kl. 15.00

 

Dómari: Alex Troleis

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Børge Petersen, Jesper Brinck – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Claes Philip Kronberg, Jasper Van Der Heyden – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð

 

07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Høgni Egilstoft Nielsen, Dann Fróðason, Kevin Michel Jablinski, Dánjal Pauli Lervig – Martin Heiberg Pettersson, Janus Svabo Samuelsen – Teitur Olsen, Predrag Jeremeic, Jóannis á Steig – John Fagerström