KÍ skal longu leiðina til Transnistria

Seinni dysturin millum BATE Borisov og Sheriff Tiraspol endaði við javnleiki 2-2, og harvið vann Sheriff Tiraspol 7-3 samanlagt

Sheriff Tiraspol vann samanlagt 7-3 á BATE Borisov

Nú er tað endaliga staðfest við vissu. KÍ skal alla tað longu leiðina til Transnistria við ukrainska markið fyri at spæla móti Sheriff Tiraspol í Play Off umfarinum í Europa League. Vinnarin tekur lut í Europa League bólkaspælinum, har møguleikin er at møta liðum sum Liverpool. Taparin tekur lut í Europa Conference League bólkaspælinum.

 

KÍ tekur móti Sheriff Tiraspol hóskvøldið 24. august. 31. august tekur Sheriff Tiraspol móti KÍ. Tó kann koma upp á tal, at liðini býta um dyst. Tummas Lervig, formaður hjá KÍ hevur borið hetta upp á mál í KVF.

 

Sheriff Tiraspol leikti í kvøld javnleik 2-2 móti BATE Borisov úr Hvítarusslandli í seinna dystinum í triðja undanumfarinum í Europa League. Sheriff Tiraspol vann 5-1 á heimavølli, og harvið ein samlaðan 7-3 sigur. 

 

Sheriff Tiraspol vann samanlagt 7-3 á BATE Borisov