Áki skoraði níggju mál í stórsigri

KA vann sannførandi stórsigur á Hvíta Riddaranum á útivølli

Leygarkvøldið spældu Áki Egilsnes og liðfelagarnir í KA ímóti Hvíta Riddaranum í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini, og tað gekk væl hjá bæði liðnum og hjá Áka sjálvum.

 

KA vann 38-22. Longu í steðginum var KA á odda 17-9, og tað var ongantíð nakar ivi um hvør fór avstað við sigrinum.

 

Áki Egilsnes gjørdi aftur vart við seg, og hann skoraði ikki færri enn níggju mál í dystinum, men hann gjørdist akkurát ikki toppskjútti hjá KA. Dagur Gautason gjørdist toppskjútti hjá KA við 10 málum.

 

KA er einsamalt oddalið í Grill66-deildini við fullum stigatali, 14 stigum fyri sjey dystir. 

 

Komandi leygardag spælir KA oddabrak ímóti HK á útivølli. HK er nummar tvey við 12 stigum fyri sjey dystir, so lagt er upp til ein javnan og spennandi oddadyst komandi leygardag.