KÍ snýtti Víking

1. DEILD: Við stórsigri ímóti HB í Gundadali vunnu klaksvíkingar bronsuna

Undan 27. og síðsta umfari vóru Víkingur og KÍ stavn um stavn í kappingimi um bronsukrónurnar. Bæði feløgini høvdu 44 stig, og hjá báðum var málmunurin +17. Víkingur var ovari á støðutalvuni, tí víkingarnir høvdu skorað 58 mál, meðan KÍ hevði skorað 57 mál.

 

Nú er 27. og síðsta umfar av, og tað er greitt, at KÍ í dag tryggjaði sær bronsukrónurnar. Tað gjørdu klaksvíkingar við at vinna stórsigur í Gundadali ímóti HB. Eftir 2-0 í 1. hálvleiki endaði tað við 6-0 sigri til gestirnar.

 

Jóhan Josephsen setti hol á eftir upplegg frá Sølva Johannesen. Hetta var 13. málið í 1. deild hjá Jóhan, sum er nógv besti KÍ málskjúttin. Sjey minuttir undan steðginum økti Tóki á Lógv um munin, og aftur átti Sølvi Johannesen uppleggið. Tóki á Lógv hevur nú skorað trý mál í ár.

 

Í 2. hálvleiki vóru tveir tvífaldir KÍ málskjúttar.

 

Áðrenn 2. hálvleikur var 10 minuttir gamal, høvdu Silas Gaard og Dávid Matras skorað. Miðskeiðis í hálvleikinum økti Dávid Matras um munin til 5-0. Dávid Matras varð skiftur inn dygst undan, at hann økti til 4-0, og hesi bæði málini vóru tey fyrstu hjá honum í ár. Sjey minuttir undan leikloki staðfesti Silas Gaard rimmar 6-0 KÍ sigurin. Silas Gaard hevur skorað átta mál í næstbestu deildini.

 

KÍ endaði á triðja plássi við 47 stigum, og HB endaði á áttanda plássi við 27 stigum.